Fullsett var í Litteraturhuset í Bergen týskvøldið, tá støðan millum Katalonia og Spania var á skránni. Á pallinum vóru umframt meg sjálvan norski professarin, Harald Nymark, Jordi Villanova, umboðsmaður fyri ANC úr Barcelona, og katalanski búskaparfrøðingurin og politikarin, Clara Ponsati
Niðurstøðurnar vóru bæði greiðar og daprar. Spanski staturin vil eyðmýkja katalanar, og tí er sannlíkt, at tey ákærdu fáa harðan dóm, hóast fá í Evropa skilja, hvørji brotsverk tey hava framt. Eitt nú hava týskir dómstólar í úrskurði og sagt, at Puigdemont kann ikki útflýggjast á tí grundarlagnum, hann er ákærdur fyri, tí tað er ikki kriminelt í Týsklandi.
Katalansku umboðini høvdu kortini ta vón, at væntaðu dómarnir í Madrid einaferð verða skotnir inn fyri mannarættindadómstólin, og at teirra fólk tá verða fríkend. Men fleiri ár kunnu ganga, áðrenn tann dómurin fellur.
Tá ongin dialogur fæst í lag, hava katalanar bara eitt val, og tað er stríðast fyri einum sjálvstøðugum Katalonia, segði Clara Ponsati.
- Tað eru ikki vit, sum eru harðrend. Tað eru ikki vit, sum hava brúkt harðskap, og tað eru heldur ikki vit, sum hava tikið politiskar leiðarar til fanga og halda teir sum gíðslar. Tað hevur spanski staturin gjørt, staðfesti hon.
TÝDNING FYRI FØROYAR
Sjálvur kundi eg leggja afturat, at stjórnarvøldini í Evropa óbeinleiðis stuðla spanska áganginum, tá tey tiga og ikki tala at. Teirra undanførsla um, at hetta er innlendismál í Spania, eru ein greið til okkara um, at vit skulu stríðast fyri at verja rættin hjá øllum tjóðum at gera av, hvussu tær skulu skipa síni viðurskifti.
Clara Ponsati gjørdist landskend i Skotlandi, tá spanskir myndugleikar kravdu hana útflýggjaða til rættarsókn fyri hennara lut í stjórnini hjá Carles Puigdemont í sambandi við fólkaatkvøðna 1. oktober í 2017.
Clara Ponsati var professari í búskapi og leiðari á búskaparliga fakultetinum á viðurkenda skotska universitinum St. Andrews, tá hon tók av tilboðnum frá Carles Puigdemont í 2016 um at gerast kenslumálaráðharri í katalansku stjórnini.
Eftir rokið um fólkaatkvøðuna fór hon aftur í sítt gamla starv, og nakað seinni kravdu spanskir myndugleikar at fáa hana útflýggjaða til rættarsókn í Spania.
Nógvir skotar stóðu henni undir lið og savnaðu saman pening, so hon skuldi fáa bestu løgfrøðiligu verjuna í sakarmálinum, men beint áðrenn fyrsta rættarfundin slepti spanski ákærin umbønini.
Ponsati býr nú í Edinburgh og arbeiðir bæði á St. Andrews og Cambridge University. Hon kann ferðast frítt í øllum Evropa – uttan Spania. Stígur hon fótin á land har, verður hon handtikin.
Týskvøldið var hon í Bergen, og í kvøld er hon í Oslo, har hon fer at siga sína hugsan um kreppuna millum Katalonia og Madrid.