NÝGGJAN SÁTTMÁLA Á SKRÁ

Tá Hanus Kamban herfyri legði fram ævisøguna um Hans Andrias Djurhuus, nart hann við eina viðmerking, sum skaldið hevði í Føroyatíðindum í 1919 um fullveldissáttmálan millum Danmark og Ísland frá 1918, ið javnsetti Ísland við aðrar tjóðir. 

Skaldið bar íslendingum kvøðu og helt, at føroyingar vóru tjóð eins og íslendingar og bornir til tað sama, men høvdu tá ongan rætt. 

Í ár eru 100 ár liðin, síðan Hans Andrias skrivaði sína viðmerking, og hóast vit hava flutt okkum langt framá, eru vit framvegis ikki javnsett við aðrar tjóðir. Men vit eru nógv betri fyri búskaparliga, vinnuliga, sosialt og útbúgvingarliga, enn íslendingar vóru tá, og okkara undirstøðukervi er framkomnari enn tey flestu. 

Sjálvandi skulu vit nú stíga upp úr undirskipaðu støðuni sum heimastýri og fáa í lag nýggjan samstarvssáttmála við Danmark, tí vit hava brúk fyri teimum amboðum, sum sjálvstøðug lond hava at verja og menna síni áhugamál.

Vit skulu hava evsta vald á uttanríkispolitiskum málum og brúka okkara geopolitisku støðu til at fremja okkara áhugamál – serliga viðvíkjandi fiskiveiðirættindum og handilssamstørvum.

Hetta forðar ikki fyri, at vit kunnu samstarva við Danmark um onnur mál, sum kunnu verða báðum londum til fyrimunar. 

TEY KENNA STØÐUNA
Fullveldissamráðingar í 2000 snúðu seg um ein líknandi leist, men bóru ikki á mál. Nógv er broytt síðan tá. Mong mál eru heimtikin, búskapurin er ríkari og fjølbroyttari, og Føroyar og føroyingar hava yvirhøvur gott orð á sær i mongum viðurskiftum.

Bæði embætisverk og politikarar í Danmark við innliti í føroysk viðurskifti eru fullgreið yvir, at heimastýrisskipanin er ov trong til væl menta føroyska samfelagið, sum at kalla fult og heilt rindar fyri egna vælferð.

Men fyrsti leikur um nýggjan sáttmála millum Føroyar og Danmark má koma frá okkum sjálvum. 

Eins og Danmark gekk egnar leiðir og fór inn í EEC á sinni, kunnu Føroyar sum fullveldi eisini ganga gøtur, ið vit halda gagna okkum best, men kortini samstarva um tey mál, vit halda gagna báðum pørtum í einum frælsum felagsskapi. 

Vit eiga at fáa stjórnarskipanina samtykta, staðfesta evsta vald hjá Føroya fólki, samtykkja eina ætlan fyri at fremja fullkomið búskaparligt sjalvbjargni og taka upp samráðingar um ein sáttmála, har vit sum javnsettir partar staðfesta, hvørjum málum vit hava fult ræði á hvør sær, og hvørji mál vit samstarva um. 

Okkara samráðingarstøða er góð, tí í Føroyum gongur væl, og virðingin fyri føroyskum avrikum er stór. 

Latið okkum ikki liggja sjóvarfallið av okkum, men seta eina skipaða tilgongd fyri nýggjum sáttmála á skrá komandi valskeið.

Góða ólavsøku!

Magni Arge, løgtingsmaður