Danmark er ein fluga á heimskortinum, men vit eiga Grønland, og tað er einasta orsøkin til at Trump vitjar, skrivar fyrrverðandi pressusjefurin í danska “Erhvervsministeriet”.
Hann heldur tað luktar nokk so nógv av kinesiskum fríggi í Keypmannahavn og Grønlandi, og tí skal Mette Frederiksen ikki gerast kløkk, um Trump reisir uggafjarðarnar. Tí hann er farin í handilskríggj við Kina.
So er spurningurin hvørji boð hann hevur til løgmann, tí hann hevur sanniliga eisini eitt horn í síðuni á Huawai.
Amerikanar halda kinesiska telerisan byggja 5G net sum trojanskar hestar, sum gevur Kina ræðið á samskiftiskanalunum.
Fleiri norðurlond - og millum teirra Danmark - hava tikið avleiðingarnar av hesum og valt onnur feløg at byggja síni 5G net.
Hugsi Axel skal fyrireika seg uppá ein bøllutan frá Trump, tí vilja teir ikki hava kinesarar í Grønlandi, so vilja teir heldur ikki síggja Huawei uppi á Sornfelli.
https://finans.dk/debat/ECE11533875/trump-kommer-gem-pandaerne/?fbclid=IwAR1oWwMGwy4FEyMZWpBIwsyYFtmCBMr__zLkGioOQeAzhAHesVAL0tD7Ad8&ctxref=ext