Valskráin hjá Tjóðveldi varð løgd fram í Niels Finsensgøtu seinnapartin, og høvuðsboðskapurin er, at menningin, sum er framd farna valskeið, loysir seg.
Tjóðveldi hevur tikið tung tøk at endurskipa fiskivinnuna, pensjónirnar, heilsuverkið, altjóða samstørv og fíggjarliga støðufesti Føroya.
Ein sterkur búskapur er fyrsta fortreyt fyri einum sjálvberandi samfelag. Við hegnisligum búskaparpolitikki hevur samgongan vent stórum halli til stórt avlop. Við Búskapargrunninum hava vit bjálvað búskapin og hava nú nakað at standa ímóti við, tá tíðirnar venda.
Vit hava samanlagt eina milliard í avlopi á fíggjarlógini og hava goldið nógv niður í skuld. Ríkisveitingin úr Danmark er í dag bert 3 prosent av BTÚ, og Tjóðveldi vil, at vit halda fram at styrkja búskapin, so vit gerast óheft av danskari ríkisveiting og samstundis hava ein sterkan og sunnan búskap.
Valskráin snýr seg um m.a. vinnumenning, bústaðarpolitikk, ferðavinnu, pensjónsmál, viðgerðartrygd, grøna orku, arbeiðsmarknað og samferðslu og lýsir neyvt, hvussu farast skal fram næstu árini.
Vit eru til reiðar at taka fleiri stór tøk næstu fýra árini og halda fram við menningini!