KANSKA HÓMAST EIN BREIÐ SEMJA

Hugaligt, at semja tykist vera um, at ferðavinnan sum skjótast má skipast betur, og at píkatráður og kassaapparat ikki skulu vera millum føroyingin og náttúruna.

Á Giljanesi í kvøld hómaðist avgjørt ein breið politisk semja – og teimum hava vit brúk fyri í føroyskum politikki.

Seinastu áratíggjuni eru Føroyar bundnar saman í eitt framkomið vega- og tunnilskervi, og vit hava fingið gott og títt samband við umheimin loftvegis og sjóvegis. Tað hevur við sær ótaldar fyrimunir, sum vit øll fegnast um.

Men tað hevur eisini við sær, at fleiri fólk skjótt og lætt vitja støð, har tey ikki komu fyrr. Hetta leggur trýst á okkum, hvat burðardygd viðvíkur, og tí er so umráðandi at skipa hesi viðurskiftini beinanvegin.

Størri vøkstur er møguligur í ferðavinnuni, men vit skulu ikki fyrilitaleyst stremba eftir vøkstri sum í Íslandi, har ferðafólkatalið fór úr 800.000 upp í 2 milliónir upp á trý ár. Okkara móttøkuorka má fylgja við, og atlitið til lokaløkini má viga tungt.

Mynd: Portalurin