FØROYSK KT-LOYSN Á HEIMSHØVUNUM

FØROYSK KT-LOYSN Á HEIMSHØVUNUM

Føroyska KT-felagið, Globe Tracker, hevur ment eina skipan, sum ger tað møguligt at fylgja frystibingjum kring allan heim. Felagið gjørdi í vár sáttmála við týska reiðaríið, Habag-Lloyd, um, at reiðaríið keypir skipanina, so tað allatíðina veit, hvar tær 100.000 bingjurnar hjá felagnum eru.

Sáttmálin millum Globe Tracker og Hapag-Lloyd er verdur meira enn 100 mió. kr. og prógvar, at eitt lítið felag við føroyskari leiðslu og føroyskum partaeigarum kann røkka langt á altjóða marknaðinum. 

Fleiri tílíkir sáttmálar kundu verið gjørdur, um vit fóru at geva KT meira ans, menna fleiri føroyskar loysnir og uppraðfesta KT-verkfrøði á Setrinum, søgdu Ólavur Ellefsen, nevndarformaður í Globe Tracker, og Hans Blaasvær, námslektari á Setrinum, á fundi í gjár um at økja útflutningsvirðið í KT-vinnuni upp í hálva milliard.

Føroysk KT-fólk eru dugnalig, staðfestu teir, tí føroyingar eru liðilig arbeiðsmegi, sum dugir at hugsa í heildum og loysnum. Trupulleikar kunnu altíð loysast, er grundhugsanin hjá einum føroyskum KT-starvsfólki, og tí eydnast meginparturin av KT-verkætlanunum í Føroyum, nevndi Hans Blaasvær.

ÁTØK KREVJAST
Men enn vantar, at vit viðurkenna teir møguleikar, sum KT-vinnan hevur, og at vit eru sinnað at menna fleiri skipanir í Føroyum. Altumráðandi er eisini, at Setrið fer at taka KT-lesandi inn hvørt ár, og at útbúgvingin verður á masterstigi. Til tess krevjast nakrar fáar milliónir árliga. 

Áhugin fyri KT í Føroyum er vaksandi. Í 1999 lósu tveir næmingar KT á Setrinum. Í ár eru teir tilsamans 53. Verkætlanin Talgildu Føroyar hevur eisini fest í ein loga í KT-vinnuni, sum frammanundan var farin at vikna.

Ein afturvendandi niðurstøða mikukvøldið var, at skal KT-vinnan mennast, mugu land, kommunur og fyritøkur hugsa føroyskt. Ofta er loysnin at innflyta KT-skipanir heldur enn at menna tær her. Tá hetta verður gjørt, liggur ongin førleikamenning eftir hjá okkum.

Viðlíkahaldsskipanin Gannet er annað dømi um eina skipan, sum føroyingar mentu til útflutningsvøru. Lundin Software menti upprunaliga skipanina til føroyska flogfelagið, og síðani hava um 40 feløg kring heimin fingið sær Gannet-skipanina.

Fleiri onnur dømi eru um føroyskar skipanir, ið eru fluttar út, men ríkir vakstrarmøguleikar eru, tí føroyingar duga, og Føroya Tele hevur ment eitt so gott netsamband í Føroyum, at kanska bara Suðurkorea kann breggja sær av at hava líka gott samband.

Magni Arge, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi