Um ein góðan mánaða – tann 4. november - verður fólkaatkvøða um sjálvstøðu á Ný Kaledonia. Ný Kaledonia er eitt oyggjaland, sum liggur 900 fjórðingar eystur úr Australia, og har búgva sløk 270.000 fólk.
Ný Kaledonia hevur verið undir fronskum ræði, síðani tað var koloniserað seint í nítjandu øld. Upprunafólkið nevnist melanesar ella kanakkar, men rættiliga stórur partur av fólkinum í Ný Kaledonia í dag eru evropearar – serliga av fronskum uppruna.
Upprunaliga sendu fraklendingar fangar úr Fraklandi til Ný Kaledonia, men seinni tók seg eisini upp nikkel ídnaður har. Stríð tók seg upp millum fronsku niðursetufólkini og melanesar um vald og jørð, sum endaði við at fraklendingar tóku ræðið við vápnamegi og oyggin bleiv ein fronsk koloni.
Fingu sjálvsavgerðarrætt í 1946
Ný Kaledonia var eitt av londunum, ið eftir seinna heimsbardaga var sett á listan hjá ST yvir hjálond, sum fingu rætt at skipa seg sum sjálvstøðug lond.
Tá fólkaatkvøða skuldi haldast fyri tretivu árum síðani í 1988 brast ófriður á. Partarnir vóru ikki samdir um, hvør skuldi hava atkvøðurætt og hvønn leiklut ST skuldi hava í samband við valið. Melanesiska sjálvstýrisrørslan boykottaði valið og undir ófriðinum lótu fleiri fólk lív.
Stríðið endaði, tá ein friðaravtala, nevnd Matignon-avtalan, varð undirskrivað. Í stuttum varð innihaldið, at loysingarrørslan játtaði ikki at krevja fólkaatkvøðu um sjálvstøðu tey næstu 10 árini, og Frakland játtaði at seta ferð á samfelagsmenningina.
Semjan varð send út til fólkaatkvøðu 6. nov 1988 við spurningin um, at ein fólkaatkvøða um loysing skuldi vera í 1998. 80 % av teimum ið atkvøddu, vóru fyri henni (luttøkan á atkvøðuni var 37 %).
Útseta fólkaatkvøðu og fáa heimastýrið í 1998
Í 1998 var avtala gjørd ímillum allar flokkarnir, bæði loysingar- og sambandsflokkarnar og tann franska statin, sum skuldi tryggja Ný Kaledonia meira sjálvræði/sjálvstøðu – tann sokallaða Noumea-avtalan. Avtalan staðfesti eitt nú, at Ný Kaledonia kundi yvirtaka ræðið á ymsum málsøkjum, og at fólkaatkvøða um loysing varð útsett og skuldi vera í seinasta lagi 20 ár eftir, at avtalan varð undirskrivað.
Ný Kaledonia skipaði seg við einum fólkavaldum tingi og eini stjórn, sum umsitur tey staðbundnu politisku økini. Harafturat velja tey tveir limir í franska tingið og ein senator.
Frakland hevur ræðið á rættarskipanini, løgreglu, verjumálum og uttanríkispolitikki, og ríkisveitingin er um 10 milliardir krónur.
Tvær ferðir er fólkaatkvøðan útsett. Fyrru ferð í 10 ár og aðru ferð í 20 ár, men nú skal hon so haldast um ein góðan mánaða. Og partarnir eru samdir um, hvussu hon skal skipast.
Vildu ikki endurtaka rokið í Katalonia
Politiskir leiðarar úr Ný Kaledonia vóru í novembur 2017 og hittu franska forsætisráðharran fyri at leggja rammurnar um fólkaatkvøðuna. Stóra rokið í Katalonia elvdi til, at franska stjórnin legði seg eftir at skipa fólkaatkvøðuna so friðaliga og demokratiska sum gjørligt.
Aftaná 10 tímar langar samráðingar vóru spurningar greiddir, so sum hvør kann atkvøða og hvussu valstøð verða skipaði. Eisini var avgreitt, at eygleiðarar frá ST verða til staðar á valdegnum fyri at tryggja, at alt fer fram á rætta hátt og fronsk løgreglulið verða eisini send til Ný Kaledonia á valdegnum fyri at tryggja frið.
Franski forsetin hevur sagt alment, at hann fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni, sum eisini er í samljóð við ST samtyktina frá 1946, um rættin til sjálvi at gera av, hvørt londini vilja verða sjálvstøðug ella ikki.
Í Fólkatinginum herfyri endurtók Emmanuel Macron í samrøðu við Magna Arge, fólkatingsmann, at Frakland fór at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni, og at Frakland ikki legði seg út í valstríðið har. Hann roknaði kortini við, at meirilutin fór at atkvøða fyri framhaldandi at vera partur av Fraklandi.
Jyllands Posten skrivaði herfyri, at rokið í Katalonia fyri einum ári síðani hevði stóra ávirkan á støðutakanina hjá fraklendingum, tí tey ynsktu ikki eitt nýtt stríð í Ný Kaledonia.
Kanakkar taka undir við sjálvstøðu
Undirtøkan fyri einum sjálvstøðugum Ný Kaldonia er stórst millum upprunafólkini, meðan fólkið við evropiskum uppruna ynskir framhaldandi samband við Fraklandi. Fremsti loysingarflokkurin er Front de Libération Nationale Kanak et Socialiste (FLNKS).
Veljarakanningar, ið vórðu gjørdar í mai mánaða benda á, at helmingurin vil varðveita sambandið við Frakland, meðan fjórðingurin ynskir sjálvstøðu, tó hevur stórur partur ikki tikið støðu enn.
Fellur uppskotið um sjávstøðugt Ný Kaledonia, so verður nýggj fólkaatkvøða aftur í 2020.
Umboð fyri Ný Kaledonsku tjóðskaparrørsluna eru javnan í Evropa og greiða frá um støðuna har. Eitt nú verður ein ráðstevna í Brússel, har Magni Arge, fólkatingsmaður, skal greiða frá um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Umboðini hava eisini víst áhuga fyri at koma til Føroyar og greiða frá tilgongdini millum Ný Kaledonia, Frakland og ST.
UM NÝ KALEDONIA
o Íbúgvar: 278.000 (Tøl frá 2016). Av hesum eru: 43% Kanakkar, 37% av evropiskum uppruna og 20% onnur (asiatar, o.s.fr.) o Land- og havøki 18,576 km2, 1,4 milliónir km2. Føroyar hevur 1.399 km2 landøki og 260.995 km2 havøki. Hetta ger landøki í Ný Kaledonia 13 ferðir størri enn tað føroyska og eitt havøki, ið er 5 ferðir størri o GDP: (2011) US$ 9.89 mia. Per capita: US$ 38.921 o GDP: (2011) US$ 9.89 mia. Per capita: US$ 38.921 o Forseti: Emmanuel Macron o Stjórnarleiðari í Ný Kaledonia: Philippe Germain o Melanesar – ella kanakkar - hava egið mál og mentan, men franska málið verður brúkt í flestum almennum samskifti o Ný Kaledonia brúkar bæði fronsku trikolorina og egið flagg. Tað hevur eisini elvt til stríð, og ein samgonga skrædnaði í 2011 av somu orsøk