HARÐUR ÁGANGUR MÓTI TINGFÓLKI

Spanski ákærin kunngjørdi í gjár ákærurit ímóti níggju fongslaðum katalanskum tingfólkum við kravi um fongsulsrevsingar, sum tilsamans telja meiri enn 200 ár.

Tey verða ákærd fyri uppreistur, hóast tey ongantið hava brúkt harðskap, men einans vanligar demokratiskar mannagongdir.

Fyrr í ár noktaði týski rætturin at lata sponskum myndugleikum Carles Puigdemont til rættarsókn í Spania, tí rætturin staðfesti, at katalanar hava ikki brúkt harðskap.

FORCADELL STENDUR TIL 17 ÁR

Millum tey ákærdu er 63 ára gamla Carme Forcadell. Hon var tingformaður árini frá 2015 til januar 2018. Carme Forcadell er útbúgvin í heimspeki og málfrøði og var frammanundan virkin í stríðnum fyri at vinna katalanskum tungumáli sømdir.

Hon vildi ikki akta boðini úr Madrid um at taka málið um katalanskan sjálvsavgerðarrætt av skrá í katalanska tinginum, tí so gjørdi hon seg inn á grundleggjandi rættindi hjá katalanskum tingfólki at hugsa og siga tað, sum lá teimum á hjarta.

Forcadell varð stevnd til rættarfund í Madrid tann 27. mars í ár. Tað gjørdi hon við góðum treysti, men hon kom onganíð heim aftur til børnini av rættarfundinum. Dómarin gjørdi av at seta hana í fongsul – uttan dóm – saman við brotsmonnum, tí hann metti hana vera vandamikla fyri spanska statin.

Fyribils hevur Carme Forcadell sitið í fongsli í 216 dagar fyri at loyva einum kjaki í katalanska tinginum. Og fær ákæruvaldið viðhald í sínum ákærum, kann hon dømast upp til 17 ára fongsul fyri sín politiska leiklut í eini parlamentariskari viðgerð.
Skal hon sita allan dómin, verður hon 80 ár, áðrenn hon aftur kann uppliva frælsar løtur saman við børnum og familju aftur
.
VITJA FORCADELL OG ROMEVA

Tað er fullkomiliga óhoyrt at fara soleiðis við politiskum mótstøðufólki í Evropa og heilt óskiljandi, at vesturheimurin kollektivt letur eygu og oyru aftur fyri tílík grov brot á grundleggjandi demokratiskar reglur og mannarættindi.

Men soleiðis er støðan nú. Hóast høvuðsevni á Norðurlandaráðsfundinum í Oslo var “Demokrati under pres”, so var svarið frá norðurlendsku tjóðunum tað sama sum frá høvuðsborgini hjá ES í Bruxelles:

“Vit halda, hatta er eitt internt spanskt mál,og vit hava higartil ikki grundgevingar fyri at finnast at tí,” svaraði Anders Samuelsen, tá Jenis av Rana á fundi í Norðurlandaráðnum gjørdi vart við, at fleiri føroyskir politikarar høvdu sitið fongslaðir í áravís, um somu reglur vóru galdandi fyri okkum.

Hóast almenna støðan fyribils er at tiga um hetta málið, so vóru nógv tingfólk og embætisfólk illa við, tí tað ber illa til hjá norðurlondum at føra seg fram sum demokratiska fyrimynd og látast sum onki, tá grundleggjandi demokratisk rættindi verða traðkaði undir fótum í einum europeiskum landi.

Í vikuni fara fleiri tingfólk suður til Katalonia at vitja fongslaðu tingfólkini. Sjálvur fari eg í ferðalag við Pelle Dragsted og Evu Flyvholm at vitja Carme Forcadell og Raul Romeva, sum ákærin eisini vil fongsla í 17 ár.

Við okkum hava tit eisini undirskriftir frá tingfólki úr øllum Norðurlondum, sum mótmæla sponsku handfaringina av politiskum mótstøðufólki.