Katalanar leypa í borg

Grein frá 3. mars 2018

Carles Puigdemont tekur seg fyribils aftur sum valevni til forseta í Katalonia. Í staðin mælir tjóðskaparsamgongan til, at Jordi Sanchez tekur við formella embætinum í Barcelona. Sanchez var næstvaldur á listanum hjá Puigdemont.

Katalanar skipa samstundis eina “skugga” stjórn í útlegd, sum fær sæti í Belgia. Meirilutin í katalanska tinginum hevur gjørt av at velja Carles Puigdemont til forseta í útlagnu stjórnini (President of the Council of the Republic). Hugsanin er, at útlagna stjórnin leggur og viðgerð strategisk tjóðskaparmál og røkir uttanlandssamskiftið uttanum sponsku myndugleikarnar, meðan stjórnin í Barcelona tekur sær av dagliga rakstrinum innanfyri sponsku grundlógarkarmarnar.

Støðan er avbjóðandi fyri katalanska sjálvstýrisvongin, tí tey viðurkenna ikki rættin hjá Rajoy at koyra stjórnina til hús, og vilja tí hava Carles Puigdemont at halda fram í starvinum. Spanska stjórnin noktar hinvegin at viðurkenna Puigdemont sum stjórnarleiðara, tí hann er í útlegd í Belgia. Og teir hava samstundis sagt, at í somu løtu Puigdemont stígur fótin á katalanska ella spanska jørð, verður hann handtikin og settur í fongsul umgangandi.

Puigdemont situr við endan

Partur av sjálvstýrisvonginum hevur kortini strongt á, at fáa eina loysn á borðið, so ein stjórn kann skipast, so tey aftur sleppa framat stjórnarskrivstovunum í Barcelona, har spaniólar sita í løtuni. Puidgemont hevði tí tvinnar tungar kostir í at velja. Annar at fara aftur til Barcelona og enda í einum sponskum fongsli uttan nakra rættartrygd og harvið missa alla politiska ávirkan. Hin at halda fast um sín forsetasess og møguliga elva til, at katalonar ikki sleppa framat aftur (avmarkaða) valdinum í Katalonia.

Tann telvingin endaði so við hesi loysnini, har Puidgemont stendur á odda fyri politisku stjórnini í útlegd, meðan Sanchez er í uppskoti til at leiða fyrisitingarligu stjórnina í Barcelona. Sjálvir fata katalanar hetta sum at loypa borg heldur enn at leggja kong.

Spanska stjórnin setir ivaleyst knyklar í brýr, nú katalanar valdu at skjóta politiska aktivistin Jordi Sanchez upp sum forseta. Tí hann er ein av fýra politisku fangunum, sum situr í fongsli saman við dømdum brotsmonnum uttanfyri Madrid.

Spanskir myndugleikar vilja hava hann dømdan 30 ár í fongsil fyri at hava skipað fyri nøkrum so provokerandi sum tjóðskaparligum fólkafundum. Men hann hevur hvørki verið fyri rættinum ella fingið nakran dóm. Meðan hann sat í fongslinum stillaði hann upp til valið í Katalonia 21. December, og varð næstvaldur á listanum hjá Puigdemont.

Sanchez - ein samvitskufangi

Í Madrid skoyta tey heldur ikki um Jordi Sanchez, men Rajoy má finna okkurt annað argument fyri at nokta Sanchez at taka við formligu leiðsluni í Katalonia, tí hann er fólkavaldur, hann er í Spania, og hann hevur ongan dóm!

Stjórnin í Spania vil sleppa undan ringari umtalu, men stjórnin sleppur ikki undan, at tað verður varpað nógv ljós á politisku fangarnar í Spania, tá komandi forsetin Jordi Sanchez ikki sleppur til arbeiðis, tí hann situr í fongsli.

Álitið á rættartrygdina er yvirhøvur lítið í Spania, og í vikuni kærdu 600 løgfrøðingur í Spania undir felagsheitinum Cordua Praga, sponsku stjórnina til Europaráðið fyri brot á mannarættindini. Løgfrøðingarnar halda, at spanska stjórnin brúkar órættar juridiskar snildir til at kúga katalanar, heldur enn at loysa politiska knútin gjøgnum samráðingar.

Puigdemont boðaði eisini frá í gjár, at hansara løgfrøðingar hava kært Spania til serligu nevndina fyri mannarættindi hjá ST, tí framferðin hjá Spania móti sær og tjóðskaparrørsluni í Katalonia er brot á ST mannarættindasáttmálar, sum Spania hevur bundið seg til at halda.

Eisini Amnesty Interantional hevur funnist at Spania fyri harðliga framferð, og at halda Jordi Sanchez púra óneyðugt í fongsli. Tað er tí væl hugsandi, at nógv trýst verður lagt á sponsku stjórnina at lata politisku fangarnar leysar aftur. Tað er kortini ikki vist, at tað rínir við, tí Rajoy situr nokk so væl í ringinum, sum limalondini í EU hava sligið rundanum hann.

Men livst so spyrst - tað eru mangir leikir í longum talvi.

28378856_2000258353557015_3586559232639900477_n.jpg