SØGAN UM BRÆVIÐ TIL ST VAR BLUFF

Løgmaður svaraði fyrispurningi á tingi í gjár um donsku fráboðanina til ST um føroyska sjálvsavgerðarrættin:

“Tað eydnaðist ikki at fáa donsku stjórnina at fráboða ST hendan sjálvsavgerðarrætt, soleiðis at Danmark mótvegis altjóða samfelagnum bant seg til at virða føroyska sjálvsavgerðarrættin. Danska stjórnin kundi kortini toyggja seg til at víðarisenda eina einvegis føroyska fráboðan uttan at geva sína egnu støðu til spurningin til kennar.”

Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, bar somu tíðindi fríggjadagin, tá hann skrivaði í svari upp á fyrispurning á fólkatingi:

"Det (er) den danske regerings vurdering, at den unilaterale erklæring, sum fremgår af Kongeriget Danmarks 5. rapport til Human Rights Committee, ikke forpligter den danske stat, ligesom regeringen ikke har taget stilling til, hvorvidt den kan tilslutte sig relevante dele."

Í 12 ár søgdu føroyskir politikarar, at Danmark boðaði ST-limalondunum frá føroyska sjálvsavgerðarrættinum. Staðfest er nú, at so var ikki. Mytan, teir skaptu, var bluff.

Fleiri danskir forsætisráðharrar hava sagt, at teir taka undir við føroyskum sjálvsavgerðarrætti – teir vilja bara ikki boða nøkrum øðrum enn føroyingum frá tí.

Summi halda, at okkum nýtist ikki at vita meiri enn tað. Men stóri munurin er, at við eini fráboðan hevur altjóða samfelagið fingið boð um, at evsta vald liggur hjá Føroya fólki í spurninginum um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land. Í dag sigur Danmark, at evsta vald liggur í fólkatinginum.

Á listanum hjá ST við fráboðaðum sjálvsavgerðarætti eru eitt nú Falklandsoyggjarnar og Gibraltar.

https://kvf.fo/netvarp/uv/2018/03/13/sjlvgerarrttur