AVREIDDI HANN NÚ OGN FØROYA FÓLKS?

Eitt kann sigast um tað, Christian Andreasen skrivar í valstríðnum. Hann ballar ikki inn, at hann vil sleppa í samgongu saman við Sambandsflokkinum, og nú dylur hann heldur ikki fyri, at grundprinsippið um, at fiskurin er ogn Føroya fólks, skal rullast 100 prosent aftur til gomlu skipanina.

Fiskivinnunýskipanin eigur at verða ment og bøtt, tí sumt av henni er úrslit av neyðsemjum, sum kundi verið betur frágingið. Men tveir aðaltættir í henni eru, at staðfest er, at fiskurin er ogn Føroya fólks, og at fiskivinnan skal umsitast burðardygt, so hon er lívfør og støðugt kann skapa inntøkur.

Haraftrat skuldi forðast fyri, at fiskiríkidømið endaði á útlendskum hondum.

Christian Andreasen vil víkja frá øllum hesum prinsippum. Skulu nýggir aktørar inn í vinnuna, skal tað gerast í eini umsetiligari skipan, sigur hann. Tað merkir, at nýggir og gamlir aktørar skulu handla síni loyvir á einum privatum marknaði, hóast loyvini upprunaliga eru fingin frá landinum.

Ikki eitt orð nevnir hann um burðardygga menning og stovnsrøkt, men heili 33 prosent av ognarskapinum vil Fólkaflokkurin sleppa at avreiða til útlendingar.

Einasta ætlanin tykist vera, at loyvini skulu vera so long sum gjørligt, at skipanin skal vera umsetilig, og at bæði menningarkvotur og uppboðssøla heilt skulu avtakast.

Sjálvandi skal nýskipanin eftirmetast, og skil kann vera í at taka upp spurningin, um loyvir kunnu longjast, so fiskivinnan fær lagt ætlanir longri fram í tíðina, og um menningarkvotur kunnu stuðla upp undir størri virðirsøking, so vit fáa meiri fyri fiskin, áðrenn hann verður seldur av landinum.

Men knæsettu prinsippini um, at fiskurin er ogn Føroya fólks, og at ræðisrætturin er á føroyskum hondum, skulu ikki vikast. Tilfeingið í havinum er tjóðarogn føroyinga, og tað skal røkjast burðardygt øllum føroyingum at gagni.

Fram ímóti politisku sjálvstøðuni verður hetta avgerandi, men hana tosar Fólkaflokkurin tíverri als ikki um.



Magni Arge, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi