Heimsmál nummar 7: Burðardygg orka

Sjeynda heimsmálið snýr seg um at øll skulu fáa atgongd til álítandi, burðardygga og nútímans orku. Tá vit í tí ríka partinum av heiminum tosa um burðardygga orku, snýr tað seg oftast um, at vit skulu fara frá at nýta kol og olju, og í staðin nýta meira grøna orku frá sól, vindi og vatni. Men í nógvum londum gera fólk enn mat uppi yvir opnum eldi, og her snýr tað seg um at førka seg vekk frá at nýta osandi pinnabrenni í køkinum og heldur byrja at gera mat á eitt nú einum gasskomfýri.

Parturin av fólki, ið hava atgongd til gass ella streym í køkinum er øktur 7 prosent síðan ár 2000, men orsaka av ógvusliga fólkavøkstrinum eru tó fleiri fólk í tali, sum gera mat yvir opnum eldi enn áður.

Fleiri atgongd til streym

Hinvegin hækkar tann parturin av fólki, ið hava atgongd til streym støðugt. Ein serlig orsøk til hetta er útbreiðslan av sólsellum, ið eru vorðnar alsamt bíligari tey seinastu árini. Hetta, saman við teimum nýggju LED-ljósperunum, sum nýta minni av streymi, hevur givið einum hópi av fólki í økjum uttanfyri býirnar møguleika fyri at hava ljós um kvøldarnar og næturnar. Hetta hevur havt við sær, at børn kunnu gera skúlating um kvøldarnar og at fólk kunnu fylgja við tíðindunum í útvarpinum ella á snildfonunum, sum eru komnar nógv fram tey síðstu árini, eisini í teimum sera fátøku økjunum.

Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018. 
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
 

Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk

UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 7: BURÐARDYGG ORKA

7.1

Áðrenn 2030 skulu øll hava atgongd til álítandi og nútíðarhóskandi orkukeldur fyri ein rímiligan prís.

7.2

Áðrenn 2030 skulu vit nýta munandi meira burðardygga og varandi orku allastaðni í heiminum.

7.3

Áðrenn 2030 skulu vit verða tvífalt so skjót at betra um orkugagnnýtsluna í heiminum.

7.a

Vit skulu gerast betri til at samstarva og veita atgongd til gransking í grønari orku áðrenn 2030, eitt nú innan varandi orku, orkugagnnýtslu og grønari og framkomnari nýtslu av lívrunnum brennievnum. Vit skulu eisini gera íløgur í undirstøðukervið og grøna orkutøkni.

7.b

Áðrenn 2030 skulu vit útbyggja undirstøðukervið og dagføra tøknina, fyri at veita nútíðarhóskandi og burðardyggar orkutænastur til øll fólk í menningarlondunum. Hetta er serliga galdandi fyri tey londini har minst menning hevur verið, smá oyggjasamfeløg í menning og tey menningarlondini, ið ikki hava atgongd til havið. Hetta skal gerast í samsvar við stuðulsskipanirnar í einstøku tjóðunum.