Níggjunda heimsmálið kann kennast fjart og trupult at fyrihalda seg til, men snýr seg í roynd og veru um at skipa samfelagið á ein betri hátt. Tað snýr seg um, at vit skulu hava vegir, jarnbreytir og havnir, soleiðis at vit kunnu keypa og selja úr øllum heiminum, og ikki bara lokalt ella í okkara egnu grannalondum. Tað snýr seg um at finna nýggjar og betri arbeiðshættir, so virkir og fyritøkur kunnu arbeiða meira burðardygt, og at vit soleiðis gagnnýta heimsins tilfeingi meira effektivt og meira umhvørvisvinarligt.
Ídnaðargera menningarlondini
Eitt av týdningarmestu undirmálunum er at vit skulu ídnaðargera tey londini, har minst menning hevur verið. Tað vil siga, at ídnaðurin skal verða ein størri partur av samlaða búskapinum í landinum, serliga í mun til landbúnað og námsvinnu. Fyrimunurin er, at menningarlondini á tann hátt kunnu skapa fleiri arbeiðspláss og varðveita ein størri part av virðisøkingini í landinum, heldur enn at selja rávørurnar til onnur lond.
Internet til øll
Búskapur er í dag meira enn rávørur og framleiðsla á virkjum. Fleiri av heimsins størstu feløgum í dag fáast við keyp og sølu av vitan og upplýsing. Internetið er í dag bæði eitt søluamboð og ein hornasteinur í góðari útbúgving. Fyrr var útbreiðslan av telefonini og internetinum sein í menningarlondunum, men við nýggjari fartelefontøkni er atgongdin til samskiftismøguleikar munandi betri. 95 prosent av heimsins íbúgvunum búgva nú í økjum við tráðleysum telefonsambandi. Stórur partur av hesum er enn bara heilt einfalt fartelefonnet, uttan møguleika fyri internetsambandi. Færri enn ein triðingur av heimsins íbúgvum liva í økjum við farneti (3G). Hetta heimsmálið miðar ímóti, at øll fólk í teimum londum, har minst menning hevur verið, skulu hava atgongd til internet áðrenn 2020, fyri ein rímiligan prís.
Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018.
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk
UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 9: VINNA, NÝSKAPAN OG UNDIRSTØÐUKERVI
9.1
Vit skulu menna eitt undirstøðukervi, ið er álítandi, burðardygt, sterkt og hevur høga góðsku. Hetta er m.a. galdandi fyri undirstøðukervi tvørtur um landamørk, fyri at stuðla undir búskaparliga menning og trivnað. Vit skulu leggja dent á, at øll skula hava javnbjóðis atongd til undirstøðukervið og at prísurin er rímiligur.
9.2
Vit skulu virka til frama fyri einari burðardyggari ídnaðargering. Áðrenn 2030 skulu vit økja um arbeiðspláss og framleiðslu í vinnuni í samsvar við umstøðurnar í einstøku londunum. Í teimum londum, har minst menning hevur verið, skal parturin av framleiðslu í annaðlagsvinnuni tvífaldast í búskapinum.
9.3
Vit skulu veita smáum fyritøkum atgongd til bankavirksemi og møguleika fyri fígging fyri ein rímiligan prís, serliga í menningarlondunum. Tær smáu fyritøkurnar skulu tvinnast betri inn í marknaðirnar og virðisketurnar.
9.4
Áðrenn 2030 skulu vit dagføra undirstøðukervið og ídnaðin soleiðis, at tey gerast burðardygg við einari effektivari nýtslu av tilfeinginum og við meira nýtslu av grønari tøkni og umhvørvisliga skynsomum framleiðsluháttum. Øll lond skulu virka í samsvari við teirra egnu orku.
9.5
Vit skulu granska meira í tøknunum í ídnaðinum og dagføra tær í øllum londum, serliga í menningarlondunum. Áðrenn 2030 skulu vit skunda uppundir nýskapan, og munandi fleiri fólk skulu arbeiða innan gransking og menning. Bæði tað almenna og tað privata skulu gera fleiri íløgur í hetta.
9.a
Vit skulu hjálpa til, soleiðis at menningarlondini menna eitt burðardygt og sterkt undirstøðukervi. Hetta skal gerast við at veita fíggjarligan og tøkniligan stuðul til tey afrikansku londini, tey minst mentu londini, menningarlondini uttan atgongd til havið og smá oyggjasamfeløg.
9.b
Vit skulu stuðla lokalari menning av tøkni, gransking og nýskapan í menningarlondunum. Hetta skal eitt nú tryggjast ígjøgnum politiskar avgerðir, ið virka fyri ymiskleika í ídnaðinum og eitt økt virði á vørum og rávørum.
9.c
Vit skulu munandi økja um atgongdina til kunningar- og samskiftistøkni, og miða eftir at geva øllum fólkum í teimum londum, har minst menning hevur verið, atgongd til internet áðrenn 2020, fyri ein rímiligan prís.