Heimsmál nummar 14: Lívið í havinum

Lívið í havinum hevur størri týdning fyri okkum á landi, enn tey flestu geva sær far um. Eitt nú stavar umleið helvtin av súrevninum í luftini frá taranum í sjónum. Hartil veitir havið fisk, skeljadjór og lívsneyðugar proteinir til áleið tríggjar milliardir fólk.

Eisini havið skal farast um við varðsemi. Í dag eru umleið 40 prosent av heimsins høvum ovbyrðað av dálking, ovurfiskiskapi og oyðing av korallrivum og øðrum støðum, har fiskur og onnur djór í havinum halda til.

Burðardyggur fiskiskapur, størri búskaparligir fyrimunir og minni dálking

Fjúrtanda heimsmálið snýr seg millum annað um, at vit áðrenn 2020 skulu umsita og skipa fiskiveiðu á ein burðardyggan hátt, og áðrenn 2030 skulu vit økja um búskaparligu fyrimunirnar við at gagnnýta havtilfeingið fyri smá oyggjasamfeløg í menning. Harafturat skulu vit minka munandi um dálking, serliga frá plastikki. 

Hóast høvini í dag eru undir stórum trýsti, eru eisini ábendingar um, at heimsins lond førka seg nærri eini burðardyggari kós. Víddin á vardum havøkjum er tvífaldað síðan 1990. Munandi færri oljulekar eru frá tangaskipum enn í sjeytiárunum, hóast meira olja verður flutt sjóvegis nú enn áður. Fleiri lond gera eisini átøk móti dálking frá plastikki, sum serliga rakar høvini, við eitt nú at leggja avgjøld á ella banna plastikkposar, til tess at eggja fólki frá at nýta plastikkposar. Í 2016 skrivaðu 57 lond undir ST-sáttmálan »Port States Measures Agreement«, sum hevur til endamál at steðga ólógligum, ófráboðaðum og óskipaðum fiskiskapi. Við miðvísum arbeiði í áravís eru fleiri sløg av hóttum  fiskasløgum og havsúgdjórum bjargað undan oyðing.

Minka um útlát av CO2

Heimshøvini taka stóran part av mannaskapta CO2 útlátinum, og tálma tí veðurlagsbroytingum. Djúpu og køldu høvini taka eisini ein stóran part av orkuni úr vaksandi hitanum í heiminum. Hesum kunnu høvini ikki halda áfram við uttan avleiðingar. Heitari høvini verða og meira orka er í teimum, ógvusligari verða stormarnir. Heita vatnið við hægri innihaldi av CO2 er eisini skaðiligt fyri korallriv og skeljadjór. Allastaðni verða royndir gjørdar fyri at bjarga korallrivunum, men tað munar mest, um vit skerja útlátið av CO2 munandi.

Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018. 
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
 

Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk

UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 14: LÍVIÐ Í HAVINUM

14.1

Áðrenn 2025 skulu forða fyri og minka munandi um øll sløg av dálking av høvunum. Serliga skulu vit seta átøk í verk móti dálkandi virksemi á landi, herundir ruski og dálkandi føðsluevnum.

14.2

Áðrenn 2020 skulu vistfrøðiskipanir í havinum og framvið landi verjast og umsitast á burðardyggan hátt, til tess at verja móti álvarsligari oyðing. Hetta gera vit eitt nú við at styrkja mótstøðuføri í vistfrøðiskipanunum og við at virka fyri at endurreisa tær. Málið er at høvini aftur verða sunn og kunnu framleiða nógv.

14.3

Vit skulu handfara og minka um árinini av súrgan av heimshøvunum, millum annað við øktum vísindaligum samstarvi.

14.4

Áðrenn 2020 skulu vit umsita og skipa fiskiveiðu á ein burðardyggan hátt. Vit skulu steðga óskipaðum, ófráboðaðum og ólógligum fiskiskapi og fiskiskapi við oyðandi reiðskapi. Vit skulu eisini seta í verk vísindaliga grundaða stovnsrøkt, soleiðis at fiskastovnarnir kunnu koma fyri seg aftur. Málið er, at fiskastovnarnir skulu í minsta lagi upp aftur á eitt stig, har teir kunnu geva tað størstu burðardyggu úrtøkuna, alt eftir lívfrøðiligu møguleikunum í ymsu stovnunum.

14.5

Áðrenn 2020 skulu í minsta lagi 10 prosent av havinum og økjum framvið landi verða vard, í sameining við bæði altjóða lóg og lóggávu í einstøku londunum og grundað á bestu tøku vísindaligu vitanina.

14.6

Áðrenn 2020 skulu vit banna ávísum sløgum av stuðli til fiskiskap, sum elvur til yvirkapasitet og ovurfisking. Harafturat skulu vit banna stuðulsskipanum, sum stuðla uppundir ólógligan, ófráboðaðan og óskipaðan fiskiskap, umframt at vit tryggja at nýggjar stuðulsskipanir av hesum slag ikki verða settar í verk framyvir. Samstundis skulu vit viðurkenna, at í samráðingum hjá heimshandilsstovninum WTO um stuðulsskipanir til fiskiskap, eiga serlig og hóskandi atlit at verða tikin til menningarlond og tey londini, har minst menning hevur verið.

14.7

Áðrenn 2030 skulu vit økja um búskaparligu fyrimunirnar, sum smá oyggjasamfeløg í menning og tey londini, har minst menning hevur verið, fáa við at gagnnýta teirra havtilfeingi á ein burðardyggan hátt. Hetta gera vit eitt nú við burðardyggari umsiting av fiskiskapi, aling og ferðavinnu.

14.a

Vit skulu økja um vísindaliga vitan, menna gransking og flyta havtøkni sambært »IOC Criteria and Guidelines on the Transfer of Marine Technology«. Endamálið er at betra um heilsustøðuna í høvunum, og at lívfjølbroytnið í høvunum fær ein størri leiklut í menningini av menningarlondunum. Hetta er serliga galdandi fyri minst mentu londini og smá oyggjasamfeløg í menning.

14.b

Vit skulu veita teimum smáu, siðbundnu fiskimonnunum atgongd til havsins tilfeingi og tryggja teimum marknaðaratgongd.

14.c

Havverjan og burðardygg gagnnýtsla av havinum og havsins tilfeingi skulu styrkjast við at seta í gildi altjóða havrættarsáttmálan (UNCLOS), sum setir teir løgfrøðiligu karmarnar. Hetta gera vit við støði í grein 158 í ST-skjalinum »Framtíðin vit ynskja okkum« (Rio+20: The Future We Want).