Gallup: Sambandið og Tjóðveldi á fólkating

Sambært nýggjari veljarakaning hjá Gallup høvdu Sambandsflokkurin og Tjóðveldi fingið umboðan á fólkatingi, var fólkatingsval nú, og Javnaðarflokkurin hevði mist sína umboðan.

Sambandsflokkurin hevði verið størsti flokkur við 27,7 prosentum og Tjóðveldi næststørsti flokkur við 23,1 prosentum. Javnaðarflokkurin hevði fingið 21,4 prosent og Fólkaflokkurin 18,5 prosent.
Størstu framgongdina hevur Sambandsflokkurin, sum gongur 4,2 prosentstig fram.

Javnaðarflokkurin hevur størstu afturgongdina og missir 2,9 prosentstig. Tjóðveldi gongur 1,4 prosentstig aftur, og Fólkaflokkurin gongur 0,3 prosentstig fram. Tann størsti flokkurin av teimum smáu er Framsókn við 4,5 prosentum. Miðflokkurin fær 3,1 prosent og Sjálvstýri 1,5 prosent.

Gallup hevur eisini spurt, hvønn persón fólk høvdu valt, var fólkatingsval nú. Toppskorari er Sjúrður Skaale við 17 prosentum. Næstur honum kemur Magni Arge við 11 prosentum. Síðan koma Høgni Hoydal og Edmund Joensen við 9 prosentum hvør og Kaj Leo Johannesen við 8 prosentum. Aksel Johannesen fær 3 prosent. Gallup hevur gjørt kanningina fyri Tjóðveldi á fólkatingi.

11.JPG
12.JPG