Mentanarnáttin 2018 á Christiansborg

Sum vant skipa føroysku fólkatingslimirnir, Magni Arge og Sjúrður Skaale, fyri fjølbroyttum tiltaki á Christiansborg fríggjakvøldið tann 12. oktober, í samband við árligu mentannarnáttina í Keypmannahavn.

Partur av tónleikaskránni verða nýggi og forvitnisligi bólkurin JASMIN og stórfingna føroyska kórið í Keypmannahavn, Húsakórið.

Umframt góðan tónleik verða framsýning av føroyskum klæðum frá Marjun Heimá og Sissal Kristiansen, vinnari av Blue Fashion Challenge, kemur at vísa fram nøkur av settunum, ið vórðu sniðgivin til kappingina, og greiða frá endamálinum og týdninginum við kappingini.

GG: Endaliga skráin verður kunngjørd seinni.

Kaffi og te verður at fáa alt kvøldið. So takið vinfólkini undir armin og komið inn á Christiansborg til eitt stuttlig og hugnaligt kvøld!

Vit vilja mæla øllum til at koma í góðari tíð, av tí at tað vanliga er kø uttanfyri Christiansborg hetta kvøldið. Fyri at sleppa inn er neyðugt við einum mentanaratgongumerki, sum gevur atgongd til flestøll tiltøk hetta kvøldið. Atgongumerkini kosta 95 kr. og kunnu m.a. keypast í 7-Eleven.

Til ber at lesa meira um mentanarnáttina í Keypmannahavn her: https://www.kulturnatten.dk/

Leinkja til tiltaki á Facebook: https://www.facebook.com/events/283331675725612/