JAVNAÐARFLOKKURIN OG KRUKKAN Á FÓLKATINGI

Sjúrður Skaale er farin at gera burtur av sær um Tjóðveldi á fólkatingi og sigur seg harmast um, at Tjóðveldi ikki vil lima seg inn í onkran danskan flokk, men brúkar sítt mandat til at fremja føroysk áhugamál.

Sjálvur hevur hann longu forlovað seg við Mette Frederiksen, tí ”javnaðarhugsjónin er størri enn nakað land,” sum hann sigur, og tann ”sosialdemokratiska familjan” kemur fram um alt.

So vita vit tað.

HÆKKAR BLOKKIN SJÁLVUR
Í einum politiskum flikk flakki roynir hann at grundgeva fyri, at føroyskir fólkatingsmenn mugu leggja alla politiska sannføring til viks og ikki samráðast um stórar politiskar linjur, tí tað skal bara landsstýrið.

Men hetta er sjálvandi ikki galdandi fyri Sjúrð sjálvan, sum stútt og støðugt hevur drigið danskar pengar til Føroya uttan um Føroya landsstýri, ið fastfrysti blokkin hetta løgtingsvalskeiðið – enntá við Javnaðarflokkinum á odda í Tinganesi.

Okkara politikki sleppur hann so ikki at stýra. Umboð fyri Tjóðveldi brúka sína støðu at vinna Føroyum eina frælsari støðu, tí hetta álitið hava vit fingið frá veljarunum, og fáa vit álitið aftur, halda vit fram við tí.

LUTAKAST Í KRUKKUNI
Javnaðarflokkurin kundi annars hugt aftur í tíðina, tá hansara egna fólkatingsumboð typti alla ta donsku politisku skipanina í sambandi við tingformansvalið í 1998, so ein kinesisk krukka mátti á borðið at avgera leikin við lutakasti.

Umboðið hjá Javnaðarflokkinum protesteraði tá ímóti sínum egna danska móðurflokki – vegna føroysk áhugamál. Í krukkuna máttu nøvnini á vinstramanninum, Ivar Hansen, og sosialdemokratinum, Birthe Weiss, og vinstramaðurin vann.

Danskir veljarar fataðu seansuna sum ein glantrileik, men nógvir føroyingar mundu halda, at Jóannes Eidesgaard vísti stórt mansmót, tá hann stóð við sítt vegna føroysk áhugamál.

UMBOÐA FØROYSK ÁHUGAMÁL
Støðan hjá Tjóðveldi er líka greið sum tann hjá Jóannesi ta løtuna. Vit umboða føroysk áhugamál og stremba eftir einum sjálvbjargnum og sjálvstøðugum Føroyum – heima, á fólkatingi og um allan heim.

Tá komið er á mál, er ongin danskur blokkur eftir í føroyska búskapinum, og fólkatingsumboðini eru avtikin, tí føroyskur politikkur verður rikin úr Føroyum.

Sjúrði nýtist tá ikki at missa svøvnin av spurninginum um, hvussu hann skal stýra javnaðarjolluni, ið hongur aftur úr skútuni hjá donsku sosialdemokratunum. Tá skal hann bara hugsavna seg um at menna tær sjálvstøðugu Føroyar.