MÁLKUNNLEIKI MENNIR SAMBOND VIÐ ALLAN HEIM

Fríggjadagin í farnu viku varð føroyskt-kinesiska orðabókin hjá Sprotanum løgd fram á Reinsarínum. Magni Arge, fólkatingsmaður, helt røðu og vísti á stóra týdningin, Sprotin hevur fyri føroyskt mál. Eisini avdúkaði hann, at "Glataðu spælimenninir" hjá Williami Heinesen í løtuni verður týdd til kinsesiskt og bókin hjá Siggerti Patursson um ferðina í Sibiria til russiskt. Hann segði m.a.:

Tollaksmessukvøld fór eg ein túr oman í Gamla Bókhandil at keypa eina bók aftrat upp í jólagávurúgvuna. Tá eg standi uttan fyri bókhandilin, hoyri eg knappliga íðuliga kákan av fólki. Tá síggi eg eitt ferðalag koma gangandi fram við títtum fetum og práta dúgliga – á kinesiskum.

Eg hugsaði við mær sjálvum, at tað var ikki gamalt, at kinesarar gingu í Havnargøtum tollaksmessukvøld, so umskiftini eru stór, sum vit uppliva í okkara tíð.

Mínir tankar runnu aftur til barnaárini, tá vit klárar summardagar plagdu at liggja víðopnir á Janusarbøi við ovara Tinghúsveg og eygleiða flogfør, sum flugu millum heimspartarnar, og hugleiddu um, hvussu tað mundi vera at stíga fótin á land í Amerika. Landið, sum hevði fostrað Kennedy-brøðurnar, John Wayne og Davy Crockett.

Eg kom ikki til Amerika fyri enn 30 ár seinni, og tá tað var landið ikki heilt soleiðis, sum eg hevði ímyndað mær á Janusarbøi – tó at vitjanin á oljumessu í Texas var bæði stuttlig og forkunnug. Og sjálvandi gjørdi tað stóran mun, at eg kunnugur við teirra søgu og samfelag og kundi tosa málið.

MÁLINI LATA DYR UPP
Tað er ein risastórur fyrimunur í øllum altjóða samstarvi at hava kunnleika til mál og mentan hjá hinum partinum. Tí tú sleppur nógv nærri og fært lættari skapt tøtt sambond.

Ofta hava fólk úr størri samfeløgum sagt við meg, at vit eru privilegerað at koma úr einum lítlum samfelag, tí vit duga fleiri mál, eru vitandi um viðurskifti í øðrum londum og hava áhuga fyri øðrum mentanum. Soleiðis er ikki hjá mongum øðrum, tí tey klára seg við egnum máli í egnum landi, men kenna seg hjálparleys og illa skúlað, tá tey eru uttanlands, og eru eisini illa fyri málsliga.

Tá so fá tosa føroyskt, hava vit onki í at velja. Vit mugu læra okkum onnur mál, og higartil hava vit klárað okkum rættiliga væl við norðurlendskum og enskum. Men knøtturin melur støðugt runt, heimurin flytur seg, og globaliseringin hevur langt síðan yvirhálað trongu fatanina hjá okkum um, hvat er nær, hvat er fjar, og hvat er viðkomandi.

Okkara mørk eru ikki skorin i stein, so vit kunnu eisini flyta okkar egnu ambitiónir um at samskifta við onnur tungumál enn júst tey, vit kenna okkum tryggast í.

SPROTIN GONGUR Á ODDA
Kjakið um málsligar ambitiónir og visiónir tykist ofta at enda í spurningum um avmarkandi skemaleggingar og annað tílíkt. Kanska er hetta ein orsøk til, at vit eru dragnað í summum klassiskum málum, eitt nú týskum og fronskum. Men tíbetur hava vit fingið góðar orðabókur á báðum málum, so vit hava nakað at byggja á, tá styðjast skal upp undir tey aftur í Føroyum.

Kanska hava vit trupult við at lyfta allar avbjóðingar gjøgnum inistutionaliseraðar stovnar, sum eru bundnir at so mongum lógum, reglum og sáttmálum. Tá er gott at hava onnur kraftsentur, sum verða borin fram av víðskygni og eldhugaðum fólki, ið ikki góðtaka vanlig mørk.

Soleiðis upplivi eg Sprotan. Har er høgt millum loft og gólv og stutt frá tanka til handling. Fyri okkum, ið standa uttanfyri, er tað eitt undur, at so nógv verður avrikað og givið út í so góðari góðsku - ikki minst orðabøkurnar. Tær eru heilt serligur og framskygdur fongur fyri Føroyar og føroyingar bæði málsliga og tekniskt.

Eitt er, at orðabøkurnar eru til. Nakað annað er, at tær umvegis nýggja tøkni eru vorðnar fólkaogn og dagligt amboð, ikki bara hjá ungum og tilkomnum føroyingum, men eisini øðrum tjóðum og fólkum, ið hava áhuga fyri føroyskum máli og Føroyum. Tann føroyskt-kinesiska orðabókin letur ikki bara upp møguleikar fyri okkum 52.000 í Føroyum, men eisini 1,4 milliardum kinesarum. Tá amboð sum hetta er tøkt, signalera vit áhugan fyri samstarvi – ikki bara um mál og mentan, men um øll viðurskifti.

SIGGERT Á RUSSISKUM
Fyri trimum árum síðan var eg á eini arktiskari ráðstevnu í Sibiria og hevði við mær bókina hjá Siggert Patursson um ferð hansara har í 1890’unum, sum er ein framúr frásøgn um lagnur og fólkalív í fjarskotna landinum. Hon er eisini áhugaverd fyri russar. Tí havi eg birt uppundir at fáa bókina týdda til russiskt. Tað arbeiðið er í gongd.

Somuleiðis havi eg virkað fyri at fáa “Glataðu spælimenninar” týdda til kinesiskt. Fleiri grundir eru til tess. Lutvíst er áhugi í Kina fyri at fáa fleiri norðurlendskar bókmentir týddar, og lutvíst haldi eg, at vit røkka nógvum fólkum gjøgum týddar bókmentir á so høgum stigi sum William Heinesen.

Hetta arbeiðið er um at vera liðugt. Týðarin Ting Chen segði, tá hon var í Føroyum og vitjaði, at tað var ikki altíð so lætt at týða frásagnir úr einum so lítlum samfelag. Truplast var, tá hon skuldi týða lýsingina av einum serligum figuri í bókini, tí William skrivar, at hann líktist einum kinesiskum sjórænara.

Kanska nýggja orðabókin hevur eitt boð uppá, hvussu Ting Chen skal orða seg í tí førinum, og so eri eg eisini spentur uppá, hvat orðabókin sigur um staðarnavnið Kina. Er tað í Asia ella úti á Reyni, ella liggur tað kanska úti við Kinabrekkuna?

Eri sera fegin um, at umboð fyri kinesisku sendistovuna eru komin við til hesa serliga løtuna, nú Sprotin leggur fram nýggju orðabókina millum kanska heimsins minsta og heimsins størsta mál. Og eg vóni, tit fáa góðan stuðul bæði úr Føroyum og Kina til at menna og víðka orðabókini uppaftur meira.

Hjartaliga tillukku við føroyskt-kinesisku orðabókini og blíðan byr!

(Myndirnar tók Ólavur Frederiksen)

51930017_2210460592536789_1822909155510321152_o.jpg
51294589_2210460422536806_6512518877258186752_o.jpg