TJÓÐARRÆTTINDI Í VANDA

Eru tjóðarrættindi føroyinga trygg? Ongin veit, tí altjóða samfelagið hevur ikki viðurkent tey.

So stutt kann støðan hjá Føroyum lýsast í 21. øld, nú døkk skýggj reka inn yvir tjóðirnar í Evropa við ongum fullveldi, tí gamlir statir ikki vilja viðurkenna teirra sjálvsavgerðarrætt.
Skal vísast á eitt dømi um ein gamlan stat, sum lutvíst er sína uppgávu vaksin, kunnu vit nevna Frakland.

Tá Emmenual Macron vitjaði á fólkatingi í fjør, spurdi eg hann, um Frakland fór at virða fólkaatkvøðuna um loysing í Ný Kaledonia, um meirilutin atkvøddi fyri tí. Hann svaraði, at Frakland sjálvsagt vildi virða sjálvsavgerðarættin sum avtalað við ST, og at Frakland vildi hava góð og friðarlig viðurskifti við Ný Kaledonia, eisini um landið gjørdist sjálvstøðugt.

Verri gongst tó hjá Fraklandi at viðurkenna sjálvsavgerðarrættin hjá Koriska, ið liggur nærri Fraklandi enn Ný Kaledonia.

Eitt ræðandi dømi um at vanvirða sjálvsavgerðarrætt er spanska atferðin í Katalonia. Har vórðu politikarar settir fastir fyri at skipa fyri eini fólkaatkvøðu um framtíðarstøðuna hjá Katalonia, og veljararnir vórðu avbardir.

VÍSA TIL GRUNDKÓGINA
Fólk spyrja viðhvørt, hvat katalanska málið hevur við Føroyar at gera. Tað hevur nógv at gera við Føroyar. Spania sigur, at grundlógin skal haldast, tá umræður katalanska sjálvstýrið, og Danmark sigur, at grundlógin skal fylgjast, tá umræður føroyskt fullveldi.

Sambandspolitikarar í Føroyum hava roynt at jarðað málið um sjálvsavgerðarrættin við at siga í 10 ár, at Danmark hevur viðurkent føroyska sjálvsavgerðarrættin hjá ST.

Hetta valskeiðið havi eg fingið staðfest á fólkatingi, at tað passar ikki. Danmark hevur ongantíð boðað ST frá, at taka Føroyar fullveldi, verður hetta eftirlíkað í Danmark. Tann spurningin skal fólkatingið avgera.

Við hesum boðunum siga danskir myndugleikar, at evsta vald í Føroyum er hjá tilvildarligum donskum fólkatingspolitikarum og ikki hjá Føroya fólki. Og hvat eitt fólkating í framtíðini sigur um føroyskt fullveldi, vita vit onki um.

VERJA OKKARA RÆTT
Beri ikki ótta fyri, at danir eru líka harðrendir sum spaniólar, tí eg havi mangt gott at bera donsku starvsfeløgunum á fólkatingi – eisini forsætisráðharranum og andstøðuleiðaranum.

Men vit skulu ikki vera bláoygd í Føroyum.

Gomlu statirnir í Evropa, eisini Danmark, standa saman um at tiga í spurninginum um Katalonia. Niðurlagið er tað sama frá øllum londum. Hatta er eitt innlendis spanskt mál, tí Spania hevur ongantíð viðurkent katalanska sjálvsavgerðarrættin.

Vit kunnu tí rokna við, at Evropa eisini tigur, um Føroya fólk atkvøður fyri fullveldi, men Danmark sigur nei sambært grundlógini.

Á fólkatingi og kring allan heim er tí alneyðugt at tala Føroya søk – fyri at verja okkara sjálvsøgdu rættindi til at gera av egna framtíð.

Fólkatingsvalið verður ein spurningur um at velja ímillum Tjóðveldi, sum talar Føroya søk um allan heim, og sambandsflokkar, sum tala Danmarkar søk í Føroyum fyri at varðveita danskt grundlógarvald yvir Føroya fólki.

Eitt ófrávíkiligt krav má verða, at Danmark í stundini boðar heimssamfelagnum frá, at taka føroyingar fullveldi, eru Føroyar frælsar. Tí evsta valdið er okkara.

Magni Arge, fólkatingsmaður