Burðardyggu heimsmálini í einum Norðuratlantiskum perspektivi var yvirskriftin, tá Aksel Johannesen, Høgni Hoydal og Vittus Qujaukitsoq løgdu fram í Landstingsalinum seinnapartin í dag.
Ráðstevnan var áhugaverd og snúði seg sjálvandi nógv um havið, sum vit øll liva av. Serliga hugtakandi var tað at hoyra og síggja, hvussu frammaliga Føroyar longu eru í hesum høpi.
Tingfólk úr Danmark, Føroyum og Grønlandi, sendifólk frá ymsum londum, blaðfólk og onnur góð fólk vóru til hoyringina.
Sjálvur fekk eg høvi at bjóða vælkomin sum formaður í Føroyanevndini, ið skipaði fyri tiltakinum saman við Grønlandsnevndini og Arktiska bólkinum.
Leinkja til hoyringina: https://www.ft.dk/aktuelt/webtv/video/20181/gru/tv.5858.aspx
Leinkja til framløgur: https://www.ft.dk/samling/20181/almdel/GRU/bilag/35/index.htm