FERÐ Á BURÐARDYGGU HEIMSMÁLINI

Ongin skal ivast í, at eg fari at leggja nógva orku í at virka fyri burðardyggu heimsmálunum – í Føroyum og um allan heim – um eg aftur taki sæti á fólkatingi. Tað er eftir mínum tykki tann týdningarmesta politiska verkætlanin, sum nakrantíð er sett á skrá.

Heimsmálini snúgva seg um at finna burðardyggar leiðir at skipa viðurskiftini millum fólk og náttúru. Trýstið á nattúruna er stórt, tí fólkatalið er vaksið so nógv, og vit brúka ofta uttan skil og tveita burtur uttan at hugsa okkum um. Burðardyggar loysnir handla ofta um at brúka vit og skil – ella snúsfornuft. Hugsa longur fram enn løtuna í dag og gjarna hava í huganum at komandi ættarlið eisini skal trívast á jørðini.

Síðani Tjóðveldi á fólkatingi tók stig til fyrstu ráðstevnuna um heimsmálini í februar 2018, er nógv hent í Føroyum. Og eg havi framvegis vónir um, at Føroyar kunnu ganga á odda í burðardyggari menning. Millum annað tí Mentamálaráðið savnaði allar lærarakreftir í landinum um heimsmálini í november – tað er heimsmet í sjálvum sær. Men eisini tí Føroyar tóku eitt risafet framá, tá semjan um umsitingarætlan fyri botnfiskiskap varð løgd fram 11. mai.

Magni Arge, valevni til fólkatingi