FÓLKAFLOKKURIN Í DANSKAN RÁÐHARRASESS

Nú melur Fólkaflokkurin á kúluni. Fyri einari viku síðan proklameraði flokkurin sín vilja til at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, og í gjár leyp toppkandidaturin í borg og meldaði seg klára til at taka við donskum ráðharrasessi!
Tá hon fyrr hevur sagt seg bara vilja sita í einum sessi í senn, má tað merkja, at hon tekur seg heilt burtur úr føryskum politikki til frama fyri sessin sum kolonibestýrari í donsku stjórnini.

Tað skuldi ikki undrað, um danir fóru at taka av tilboðnum frá Anniku, tí situr hon innanfyri og stýrir koloniunum í Føroyum og Grønlandi, verður lívið tað lættari hjá donsku stjórnini. Tá gerst Fólkaflokkurin samrunnin partur við donsku yvirvøldini, og allur hugur at flyta vald heim til Føroya steðgar upp.

Men aðrir møguleikar eru á komandi vali, tí okkara stavnhald er púra greitt. Ræðisrætturin skal flytast heim, so evsta vald í Føroyum liggur hjá Føroya fólki. Vit skulu ikki uppfinna nýggjar føroyskar ministarar undir donskum valdi, so vit framhaldandi bara skulu kíka heimastýrislógini – og bíða.

Uttanríkispolitiska spennitroyggjan frá 2005, sum millum annað Fólkaflokkurin læt Føroyar í, má avtakast saman við heimastýrislógini. Fiskivnnu- og handilspolitisk mál skulu vit hava fult tamarhald á, tí annars fáa vit ikki vart okkara áhugamál optimalt. Tí Danmark hevur avreitt hesi økini til Brússel og situr tí hinumegin borðið, tá áhugamálini hjá ES og Føroyum ganga ímóti hvørjum øðrum.

Alheimsgeringin krevur eisini, at Føroyar kunnu virka frítt á heimspallinum og taka við limaskapi í felagsskapum, sum kunnu fremja okkara áhugamál. Vit hava brúk fyri sjálvstøðugum limaskapi í felagsskapum sum NEAFC, Arktiska Ráðnum, Norðurlandaráðnum, WTO og ST.

Vit eru komin langt á sjálvbjargnisleið, nú ræður um at lyfta okkum burtur úr heimastýrissugguni og ikki søkka longur niður í hana.

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi