Føroyar og Grønland eiga at vinna sær sjálvstøðuga umboðan í Arktiska Ráðnum heldur enn at dyrgja eftir einum arktiskum ministaraposti í einari danskari stjórn. Tað gjørdi eg eisini vart við í næstu talu míni á fólkatingi í oktober 2015:
“Tann føroyski landgrunnurin toyggir seg norður um pólkringin.
Men Føroyar eru eisini á annan hátt knýttar at Arktis. Viðurskiftini í Arktis hava stóran týdning fyri havumhvørvið, sum er okkara lívsgrundarlag, og landafrøðiliga eru vit inngongdin til Arktis.
Søguliga kunnu føroyskir fiskimenn samanberast við rannsóknarmenn, tí vit hava verið undangongufólk, tá viðvíkur fiskiskapi við Ísland, í Eystur- og Vesturgrønlandi, í Ný Fundlandi, Barentshavinum og við Svalbard.
Arktis er fyri okkum ikki bara eitt heimspolitiskt og granskingarligt mótaorð. Arktis hevur verið – og er enn – ein stórur partur av okkara vinnugrundarlagi.
Eg mæli tí til, at Grønland og Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Arktiska Ráðnum, meðan ES tekur sær av at umboða donsk áhugamál.”
Burturúr røðu í Fólkatinginum um Arktis 21. oktober 2015.