Hon er høgt í metum Kathrin Richardson, og tí valdi ST hana í eina nevnd við fjúrtan fólkum at meta um gongdina við at at røkka teimum 17 heimsmálunum.
Frágreiðingin verður løgd fyri ST og almenninginum í fullari longd í september, men longu nú ávarar hon um, at gongdin er skeiv. Vit mugu rætta kósina, um vit skulu røkka málunum, sigur Kathrin Richardson.
Tað er ikki nóg mikið at rósa sær av at góðari gongd í einstøkum málum. Alt hongur saman og tí mugu vit forbetra okkum á øllum 17 burðardyggu heimsmálunum.