NÚ ER IKKI AT FARA UNDIR KONG

Takki Una Rasmussen fyri svarið upp á viðmerkingina, eg skrivaði um ætlanina hjá Anniku Olsen at seta seg í danskan ráðharrasess eftir fólkatingsvalið.

Á fólkatingi havi eg áhaldandi borið ein og sama boðskap fram: At Føroyar skulu loysa seg úr donskum spennitroyggjum og gerast sjálvstøðugt land.
Hetta er sami boðskapur, sum eitt nú Jóannes Patursson og Thorstein Petersen í síni tíð bóru fram vegna Fólkaflokkin.
Mær tykir, at Fólkaflokkurin er bakkaður eftir hæli, nú hann er farin at tosa um at seta seg í danskar ráðharrasessir. Hetta er ganga øvugtan veg.
Takið nú er at vinna Føroyum so mangar sjálvstøðugar limaskapir í altjóða felagsskapum sum gjørligt, eisini Arktiska Ráðnum. Tað er onki bíða við.

Á fólkatingi kenna tey hetta kravið, tí longu í oktober 2015 bar eg tað fram har. Tá vóru orðini hesi:

“Tann føroyski landgrunnurin toyggir seg norður um pólkringin. 
Men Føroyar eru eisini á annan hátt knýttar at Arktis. Viðurskiftini í Arktis hava stóran týdning fyri havumhvørvið, sum er okkara lívsgrundarlag, og landafrøðiliga eru vit inngongdin til Arktis.

Søguliga kunnu føroyskir fiskimenn samanberast við rannsóknarmenn, tí vit hava verið undangongufólk, tá viðvíkur fiskiskapi við Ísland, í Eystur- og Vesturgrønlandi, í Ný Fundlandi, Barentshavinum og við Svalbard.

Arktis er fyri okkum ikki bara eitt heimspolitiskt og granskingarligt mótaorð. Arktis hevur verið – og er enn – ein stórur partur av okkara vinnugrundarlagi. 
Eg mæli tí til, at Grønland og Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Arktiska Ráðnum, meðan ES tekur sær av at umboða donsk áhugamál.”
Hetta er leiðin at ganga – og ikki at seta seg í ein ráðharrasess í einum ES-landi, sum førdi handilskríggj móti føroyingum í makrelstríðnum.

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi