Sjónvarpsstøðin DK4 hevur tikið upp 13 minuttir við Magna Arge, fólkatingsmanni hjá Tjóðveldi, har hann greiðir frá politiska virkseminum hjá flokkinum og viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Hann sigur m.a., at Tjóðveldi er ein fræls føroysk rødd í fólkatinginum, sum ikki vil binda seg til ávisan danskan flokk, men samstarvar breitt í fólkatinginum um mál og viðurskifti, sum hava týdning fyri Føroyar.
Sendingin varð tikin upp fríggjadagin og verður send seinni í vikuni á DK4, men hon sæst longu nú á YouTube og hoyrist á DK4 podcast.
DK4 er ein privat sjónvarpsstøð, sum framleiðir og sendir public service-tilfar.