Átta av tíggju vilja sjálvi gera av ríkisrættarliga støðu og reka egnan uttanríkispolitikk
Undirtøkan fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð veksur. Seks av hvørji tíggju - ella 58 prosent - halda, at føroyingar skulu miða eftir at gerast sjálvstøðug tjóð. Tað vísir kanning, sum Gallup gjørdi í juli. Tað eru seks prosent fleiri enn í kanning í fjør, tá Gallup setti líknandi spurning.
Undirtøkan er størst í Sandoynni og Suðurstreymi og minst í Suðuroy, sum eisini er einasta oyggj, har greiður meiriluti er ímóti at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð.
Heili 80 prosent av veljarunum halda, at føroyingar skulu staðfesta rættin til sjálvir at gera av, hvør okkara ríkisrættarliga støða skal vera, so tann parturin av stjórnarskipanaruppskotinum hevur stóra undirtøku millum manna. Seks prosent vistu ikki, meðan 14 prosent vóru ímóti.
Undirtøkan er størst millum veljarar hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokinum og minst millum sambandsfólk og fólkafloksfólk. Men spennið liggur millum 63 prosent av sambandsfólki, sum taka undir við at staðfesta sjálvsavgerðarrættin, og 99 prosent millum veljarar hjá Tjóðveldi.
Stór undirtøka er eisini fyri, at Føroyar reka sín egna uttanrikispolitikk og gera egnar avtalur við onnur lond og altjóða felagsskapir. 82 prosent ella átta av tíggju taka undir við tí, og einans 12 prosent eru ímóti, meðan 6 prosent siga seg ikki vita.
Mynstrið er tað sama við uttarníkispolitikkinum sum við sjálvsavgerðarrættinum. Tveir triðingar av sambandsveljarunum taka undir við hesum, meðan veljarar hjá Tjóðveldi og Framsókn nærum allir sum ein taka undir.
Líkt kundi verið til, at politiska skipanin undirmetir áhugan hjá føroyingum fyri einari stjórnarskipan, tí kanningin vísir eisini, at áhugin fyri at fáa í lag egna stjórnarskipan er oman fyri meðal. Á einum stiga frá 1 til 5, har 0 hevur lítlan týdning, og fimm hevur alstóran týdning, lendi meðalið á 3,3.
Spjaðingin í undirtøku er stór millum veljarar hjá ymsum flokkum. Veljarar hjá Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýri meta málið hava sera stóran týdning, millum veljarar hjá Javnaðarflokkinum er týdningurin nakað minni, meðan undirtøkan er lægst millum veljarar hjá Sambandsflokinum og Fólkaflokkinum og Miðflokkinum.
Gallup gjørdi kanningina í juli fyri Tjóðveldi á fólkatingi.