ONGIN VIL BLANDA SEG Í INNANHÝSIS VIÐURSKIFTIR

Orsøkin til at ES og altjóða samfelagið venda blinda eygað til stríðið millum sponsku stjórnina og katalansku stjórnina, er tí stríðið verður sæð sum innanhýsis viðurskifti í Spania. Um sjálvsavgerðarrætturin hjá Katalonia var viðurkendur av altjóða samfelagnum, hevði støðan verið ein onnur.

Magni Arge fekk viðmerking og spurning um støðuna í Katalonia og ófólkaræðiliga framferðarháttin hjá sponsku stjórnini at seta fólk í fongsul uttan at verða sett fyri dómara. Magni Arge kom við áheitan um, at donsku politikarnir og annars politikarar í restina av Europa og ES veita eina hjálpandi hond fyri at tryggja fólkaræði.

Sí filmsbrot her: https://www.facebook.com/argemagni/videos/2062764873973029/