Hitti Puigdemont í Berlin

Hitti Puigdemont í Berlin

Hósdagin var hann í Berlin, svaradi eg blaðmanninum á Christiansborg, tá hann spurdi, um eg visti hvar Carles Puigdemont var.

Vit høvdu sett stevnu á matstovu og kaffihúsinum Grosz, sum liggur millum mondenu handlarnar á Kurfürstendamm klokkan fimm minuttir í tólv. Tveir mans, sum sótu mitt fyri á kafeini reistust, tá eg trein inn um gáttina, og annar teirra kom fram móti mær.

“President Puigdemont is expecting you by twelve,” váttaði hann og nikkaði yvir móti umstrídda katalanska oddvitanum, sum sat á kaffifundi við eitt kaféborð í einum króki. Undir liðinin á honum sat fremsti lívverji hansara, sum eg kendi frá vitjanini í Keypmannahavn á sinni.

Puigdemont líkist sær sjálvum, tá hann kemur yvir, breiðir armarnar út og býður mær hjartaliga vælkomnan við einum stórum smíli.

Fremsta málið er at fáa fólkini leys, sum sita í fongsli fyri sítt demokratiska virksemi, sigur Carles Puigdemont. Fyribils verður hann í Týsklandi til siðsti dómur er fallin í málinum um hann skal útflýggjast til rættarsókn í Spania.

Fremsta málið er at fáa fólkini leys, sum sita í fongsli fyri sítt demokratiska virksemi, sigur Carles Puigdemont. Fyribils verður hann í Týsklandi til siðsti dómur er fallin í málinum um hann skal útflýggjast til rættarsókn í Spania.

Hann er fattur og kurteisligur, men sjálvandi stendur nógv á einum vanligum familjumanni, sum hevur livað átta mánaðir í útlegd, og hvønn dag stríðist fyri katalansku søkini frá morgni til myrkurs.

“Beint nú er okkara fremsta mál at fáa fólkini latin leys, sum sita í fongsli fyri sítt demokratiska politiska virksemi við ella uttan dóm,” sigur hann avgjørdur.

“So vóni eg eisini tey, sum eru í útlegd, sleppa heimaftur,” heldur hann fram.

Sjálvur heldur hann til í týska landslutinum Slesvig-Holstein, tí har var hann handtikin fyri nøkrum mánaðum síðani, tí spanski statinurin bað um at fáa hann útflyggjaðan til rættarsókn.

Higartil hevur rætturin í Slesvig-Holstein tvær ferðir noktað at útflýggja hann fyri uppreistur, tí rætturin metti ikki hann hevði framt nakað lógarbrot í mun til týska lóg, sum minti um uppreistur.

Rætturin viðger nú triðju umbønina frá spanska statinum, sum byggir á ákærur um misnýtslu av almennum pengum.

Í Týsklandi rokna tey vid, at úrskurðurin kemur áðrenn summarfrítíðina. Fær spanski staturin viðhald verður Puigdemont útflýggjaður, men kann bara rættarsøkjast fyri munandi mildari brot enn spanskir myndugleikar upprunaliga ætlaðu.

 

Quim Torra og Carles Puigdemont í Berlin. Torra er virkandi forseti í Katalonia, men í flokkinum umrøða tey framvegis formannin Carles Puigdemont sum "the legitimate president".

Quim Torra og Carles Puigdemont í Berlin. Torra er virkandi forseti í Katalonia, men í flokkinum umrøða tey framvegis formannin Carles Puigdemont sum "the legitimate president".

Gongur rætturin Puigdemont á møti ferð hann aftur til Belgia, og kann tá við betri treysti enn nakrantíð, síðani hann fór í útlegd, leita sær undirtøku millum europeisk lond at krevja politisku fangarnar leysar úr fongslunum í Spania. Tí hvørki í Sveits, Belgia, Týsklandi og neyvan heldur í Skotlandi taka rættarskipaninar undir við ákærunum um uppreistur og terrorlíknandi virksemi.

Puigdemont fer at leggja nógv fyri at fáa ein dialog í lag við sponsku stjórnina, so partarnir kunnu fara undir eina tilgongd at tosa saman um eina virðiliga framtíð.

Nógv viðurskifti eru annars batnaði í seinastuni.

Rajoy er rikin frá í Madrid, undantaksstøðan í Katalonia er av, og ein av næstu monnum Puigdemont, Quim Torra, stýrir í Katalonia - tó undir skrøppum eftirliti úr Madrid.

Torra hevur sett Josip Alay at samskipa uttanríkispolitiska arbeidi hjá katalansku stjórnini. Tað er ikki av tilvild, tí hann er millum álitismennirnar hjá Puidgemont og skipaði eitt nú fyri fundinum í Danmark í januar mánaði. Hann skal ferðast millum formaliseraðu stjórnina í Barcelona og útlagnu floksleiðsluna í Bruxelles.

Hóast tað kom dátt við, tá Puigdemont var handtikin í Týsklandi bendir sumt á, at hetta hevur verið honum og katalanum til fyrimunar.

Tí týskir miðlar hava yvirhøvur víst honum og katalanum samhuga, og somuleiðis stórur partur av fólkinum. Stjórnin er tigandi, men rætturin í Slesvig Holstein lat seg ikki trýsta, tá spansak stj+ornin gav ilt av sr, tí teir ikki vildu útflýggja útlagna katalanska stjórnarleiðaran.

Og tað er júst undirtøka og trýst frá øðrum europeiskum londum og fólkum, ið skal til fyri at fáa sponsku stjórnina at lata politisku fangarnar leysar, so tað ber til at fara undir ein virðiligan dialog, sum kann tryggja eina gongda leið til frið og semju millum Spania og Katalonia frameftir.

Áðrenn Puigdemont helt leiðina fram til næsta fundin saman við lívverjunum, lat hann heilsa og takkaði fyri stuðulin úr Føroyum. Hann hevur játtað ikki at fara úr Týsklandi, meðan rætturin situr í Slesvig Holstein, men hann hevur frítt at fara í landinum. Í dag er hann gestarøðari til stórt tiltak í landslutinum Thuringen, boðin av oddvitanum Bodo Ramelow frá Die Linke.

Í Katalonia vóna tey at síggja hann skjótt aftur, og millum tey samhugaðu verður hann altíð nevndur ”our legitimate President”.

Sjálvur ynskti eg honum blíðan byr og vissaði hann um, at føroyingar yvirhøvur høvdu stóran samhuga við teimum, sum av órøttum sita í fongsli uttan dóm fyri sítt demokratiska virksemi.