TÝSKUR DÓMSTÓLUR FRÍKENNIR PUIGDEMONT FYRI ÁKÆRUR UM UPPREISTUR

Katalanskir fjølmiðlar skriva, at spanski staturin má sleppa øllum álvarsomum ákærum um uppreistur, tí hægri rættur í Slesvig Holstein hevur staðfest, at har var ongin uppreistur í Katalonia.

Danskir miðlar skriva, at at týska rættarskipanin hevur staðfest, at katalanski oddvitin kann handast Spania til rættarsøkn.

Báðir partar hava grein í sínum máli, men vinklingin sigur nokk so nógv um sjónarhornið hjá teimum, sum bera tíðindini.

Tá KVF bar fram donsku vinklingina fyrr í dag, sum vanliga er litað av mótstøðu móti katalansku loysingarrørsluni, loyvi eg mær niðanfyri at nuansera frásøgnina, so tað eisini er pláss fyri sjónarmiðjum hjá teimum, sum føra sakina fyri katalanska oddvitan.

Hægri rættur í Slesvig Holstein staðfesti úrskurðin í lægri rætti um, at Carles Puigdemont ikki kann handast Spania til rættarsøkn fyri álvarsomu ákærurnar um uppreistur, sum kunnu geva upp til 35 ára langa fongsulsrevsing, tí talan var ongantíð um harðskap sambært dómarunum.

Hinvegin metir rætturin, at hann møguliga kann rættarsøkjast fyri at lata stjórnina brúka almennar skattakrónur til at fyriskipa einari ólógligari fókaatkvøðu. Tann ákæran er munandi veikari og somuleiðis eisini revsingin.

Rætturin ger kortini greitt, at almenni ákærin í Slesvig Holtein skal taka støðu til, um Puigdemont skal úleverast eftir hesum leistinum. Tað krevur at sponsku ákærumyndugleikarnir taka stig og grunda sína áheitan fyri ákæranum.

Tað kann vísa seg at gerast tvieggjað svørð, tí sleppa teir kravinum um at rættarsøkja Puigdemont fyri uppreistur, skulu teir eisini forklára, hví teir ikki sleppa hesum álvarsomu ákærum móti øðrum katalanskum politikarum, sum sita í fongsli í dag.

Men gera teir kortini tað, so krevur týski staturin trygd fyri, at Puigdemont einans verður rættarsøktur fyri málið um at brúka skattakrónur til fólkaatkvøðuna.

Tað er lítil ivi um, at verjin hjá Carels Puigdemont kærir úrskurðin hjá rættinum í Slesvik Holstein fyri hægri rætti í Týsklandi. Og sum eg havi skilt, kann hann kæra fyri tveimum innstansum.

Ger hann tað, so hevur Puigdemont frítt at fara í Týsklandi, til rætturin aftur hevur talað, sigur dómstólurin í Slesvík Holstein.

Men hetta merkir ivaleyst, at tað gongur rúm tíð, áðrenn hann kemur til Føroya á vitjan, tí hann skal halda seg innanfyri týska markið, meðan rætturin situr.

Teir sum føra sakina fyri Carles Puigdemont sendu hetta tíðindaskrivið út í dag:

"In the name of Carles Puigdemont, we, his German defence team, provide the following statement:

The Higher Regional Court Schleswig has rejected the request for the extradition of Carles Puigdemont on the charge of “rebellion”. Therefore, as the Court has explicitly determined, he cannot be prosecuted in Spain for the offence of “rebellion”.

However, against his extradition on charges relating to the costs of the independence referendum, the Court has no legal objections.

The arrest warrant, quite rightly, remains suspended, as Mr. Puigdemont has at all times complied with the Court’s bail conditions and will continue to do so.

Carles Puigdemont is only being sought for criminal prosecution by the Spanish authorities because he enabled a democratic referendum to take place as instructed by his voters. We are convinced that Germany should not play any part in the criminalisation of democratic acts of this kind, and that it should stay out of the highly charged domestic disputes of other states. For these reasons, we will be immediately reviewing the next steps in the procedure."

Hamburg/Berlin/Munich, den 12 July 2018

Attorney Prof. Dr. (h.c.) Wolfgang Schomburg
Attorney Sören Schomburg
Attorney Prof. Dr. Christoph Knauer

 

Les meira her:

https://english.vilaweb.cat/noticies/german-judiciary-rejects-rebellion-charge-brought-by-spain-against-catalan-president/