Rajoy boðaði mánadagin frá, at stjórnin vildi ikki góðtaka, at Puidgemont stýrdi einari katalanskari stjórn úr Bruxelles.
Kemur Puidgemont hinvegin til Spania, verður hann settur í fongsul og ákærdur fyri at hava eina politiska meining um katalanskt sjálvræðið, sum ikki hóvar sponsku stjórnini. Fyri tað kann hann dømast upp í 30 ára fongsul.
Støðan í Katalonia minnir ikki sørt um støðuna í Føroyum aftaná fólkatkvøðuna í 1946. Tá vildu ríkismyndugleikarnir heldur ikki vita av úrslitnum, ið kom burturúr valinum, teir sjálvir høvdu skipað fyri.
Les meira her: