Grein frá 20. desembur 2017
Í morgin 21. december fara katalanar aftur á val. Tey skulu velja nýggja manning í katalanska tingið, sum spanski forsætisráðharrin Rajoy sendi til hús í oktober.
Men hetta er ikki bara eitt vanligt val, tí umstøðurnar upp til valið eru heilt serligar. Eitt er at tey fólkavaldu vóru send til hús. Annað at fleiri av teimum politisku leiðarunum hava sitið í fongsli seinastu tveir mánaðirnar uttan dóm. Men teir eru kortini uppstillaðir. Men tað liggur illa fyri at luttaka í valinum hjá teimum. Tann eini fekk eina stutta bandupptøku senda út til veljararnar, men tað hóvaði ikki sponsku myndugleikunum, og afturfyri sleppur hann ikki at hitta konu sína næstu seks mánaðirnar.
Og í Bruxelles sita fimm aðrir sentralir politikarar í útlegd og føra politiskt stríð. Ongin veit hvussu hetta fer at ávirka veljaran í morgin, men umboð fyri Partido Popular hjá Rajoy hava alment sagt, at flokkurin og Rajoy eiga æruna fyri, at sjálvstýrisrørslan kódnar í leiðsluloysið (sita í fongsli ella eru í útlegd).
Sjálv skipanin av valinum er longu fyri hørðum atfinningum, og tær verða bara mælskari um sjálvstýrisrørslan missir meirilutan. Varveitir hon hinvegin meirilutan, so kann Rajoy í hvussu er ikki leggjast undir at hava “snýtt” við valinum.
Men likamikið úrslitið, so fer tað at krevja stóran diplomatiskan vilja og snildi frá báðum pørtum til tess at fáa í lag aftur ein friðarligan og konstruktivan sameksistens millum spaniólar og katalanar næstu árini.
Fleiri enn 100 parlamentarikarar úr ymsum europeiskum londum heittu í dag á sponsku myndugleikarnar um at tryggja grundleggjandi demokratiskar spælireglur fyri valinum og lata politisku fangarnar leysar. Tey heita eisini á myndugleikarnar um ikki at nýta vald og taka upp konstruktivar samráðingar við katalanar. Sjálvur eri eg einn av teimum 100.
Fráboðani fór út í morgun, og tað vildi so til, at seinnapartin ES nevndin frá, at hon hevur sett hart ímóti hørðum viðvíkandi Póllandi og teirra samanblanding av stjórnarvaldi og dómsvaldið. Tað er ongantíð hent fyrr, at Europakommissiónin hevur tikið so ógvusligt stig mótvegis einum limalandið fyri sáttmálabrot. Men hetta snýr seg um grundleggjandi demokratiskar reglur og rættarskipanarlig prinsippir, sum vit ikki kunnu lata um okkum ganga, sigur ES nevndin.
Hetta minnir ikki um sørt um innihaldið í fráboðanini frá parlamentarikarunum, og júst slíkum stigi hava katalanar biðið ES nevndina tikið mótvegis Spania, men har tykist álitið verða markelyst á demokratisku traditiónina í einum landi, sum var undir einaræðið fram til 1978.
Ein danskur politikari helt polska trupuleikan hava samband við, at fólkaræðið er so ungt har. Tað er umleið 10 ár yngri enn fólkaræðið í Spania.
Ná men livst so spyrst. – vónandi valdar friður um jólini bæði nær og fjar.