Helvtin av heimsins íbúgvum eru kvinnur, men tær fáa ikki altíð somu møguleikar at liva og geva sítt íkast á jøvnum føti við menn, tí kvinnur hava ikki allastaðni somu rættindi og møguleikar sum menn. Tað fimta heimsmálið miðar eftir, at allur mismunur og harðskapur móti kvinnum og gentum skal steðgast allastaðni, og at kvinnurnar skulu hava somu rættindi til at eiga eitt nú jørð og hús, at luttaka í politiska lívinum, og ikki minst at ráða yvir egnum kroppi – herímillum rættin til sjálvar at avgerða, hvussu nógv børn tær ynskja og nær.
Færri barnabrúðrar
Eitt sum vit í verki kunnu gera fyri at betra um rættindini hjá kvinnum, er at banna hjúnaløg við børnum. Hetta kann hava við sær, at ungar kvinnur fáa møguleika at útbúgva seg, og ikki einans at gerast møður. Støðugt fleiri lond seta átøk í verk móti hjúnaløgum við børnum, og parturin av ógvuliga ungum brúðrum minkar. Í 1990 vórðu áleið 12 prosent av gentunum í heiminum giftar, áðrenn tær vóru 15 ára gamlar – hetta var serliga støðan í Afrika og Asia. Í dag er talið fallið niður á 7 prosent, og fellur skjótast í Norðurafrika. Hetta vísir, at tað er møguligt at broyta elligamlar siðvenjur, sjálvt í sera siðbundnum samfeløgum.
Fleiri kvinnur í politik
Kvinnur eru eisini allastaðni í heiminum við at fáa størri ávirkan í politikki. Í 2016 var talið av kvinnum í parlamentum kring heimin 23 prosent. Í 2006 var talið 17 prosent. Tað gongur nakað skjótari at fáa kvinnur uppí politikk í Føroyum, tí í 2015 vórðu 10 kvinnur valdar millum 33 tingfólk.
Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018.
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
Leinkja: http://www.un.org/sustainabledevelopment/gender-equality/
Leinkja: https://verdensbedstenyheder.dk/verdensmaal/ligestilling-mellem-koennene/
UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 5: JAVNSTØÐA MILLUM KYNINI
5.1
Vit skulu steðga øllum sløgum av mismuni ímóti kvinnum og gentum allastaðni.
5.2
Vit skulu beina fyri øllum harðskapi ímóti kvinnum og gentum, bæði í tí privata og í tí almenna lívinum, herímillum menniskjahandli, kynsligari misnýtslu og øðrum sløgum av misnýtslu.
5.3
Vit skulu steðga øllum skaðiligum siðvenjum, eitt nú tvangshjúnaløgum, hjúnaløgum við børnum og umskering av gentum.
5.4
Vit skulu viðurkenna og virðismeta lønarleyst arbeiði bæði heima hjá fólki og innan umsorgan. Hetta skal gerast gjøgnum almennar tænastuveitingar, undirstøðukervi og skynsaman politik fyri sosialari verju, og við at eggja til eina javnbýtta ábyrgd í heimum og familjum.
5.5
Vit skulu tryggja, at kvinnur fáa somu møguleikar at luttaka í og møguleika til at vera leiðarar á øllum stigum í avgerðum í tí politiska, búskaparliga og almenna lívinum.
5.6
Vit skulu tryggja, at kvinnur fáa vanliga atgongd til kynsligar og reproduktivar heilsutænastur og reproduktiv rættindi, eins og semja var um í ætlanarskránni “Action of the International Conference on Population and Developement” og í Beijing-skránni “Bejing Platform for Action”.
5.a
Vit skulu gera ábøtur á skipanirnar fyri at geva kvinnum somu rættindi til búskaparligar møguleikar, so sum atgongd til ognarrætt og ræði yvir jørð og onnur sløg av ogn, fíggjartænastum, arvi og náttúrutilfeingi, í samsvar við lógir í einstøku londunum.
5.b
Vit skulu betra um nýtsluna av tøkni, serliga vitanar- og samskiftistøkni, fyri at styrkja møguleikarnar hjá kvinnum.
5.c
Vit skulu taka við og fremja skynsaman politik og lóggávu, fyri at styrkja um javnstøðu millum kynini.