Hetta fyrsta heimsmálið snýr seg um at basa ógvusligum fátækradømi fyri ár 2030. Heimsbankin lýsir fólk við inntøku lægri enn 2 dollarar um dagin - umleið 13 danskar krónur – sum ógvusliga fátøk. Tað er ein stór avbjóðing at røkka málinum, men tað gongur rætta vegin.
Í 1990 vóru umleið 1,6 milliardir fólk ógvusliga fátøk, men í dag er talið fallið niður í eina helvt til 767 milliónir – samstundis sum heimsins íbúgvaratal er hækkað munandi. Hetta merkir, at parturin av teimum ógvusliga fátøku er fallið frá umleið 35 prosentum til undir 11 prosent, sambært tølum hjá Heimsbankanum fyri 2013. Runt roknað var sostatt triði hvør ógvusliga fátækur í 1990, og talið er síðani fallið til tíggjunda hvønn íbúgva.
Men tað er ikki nóg mikið einans at basa tí ógvusliga fátækradøminum. Eitt tilverugrundarlag uppá 20 ella 30 krónur um dagin røkkur ikki til mat við góðum føðsluevnum, og til at tryggja børnunum grundleggjandi skúlagongd. Tí hava øll londini, hvør í sær, sett sær fyri at minka tann partin av fólkinum í egnum landi niður í helvt, sum liva undir fátækramarkinum.
At minka um fátækradømi krevur bæði burðardyggan búskaparligan vøkstur, og at fleiri fáa lut í ágóðunum frá vøkstrinum. Teimum fátækastu tørvar ofta grundleggjandi rættindi og atgongd til útbúgving og tøkni, so tey kunnu leggja lunnar undir eitt virðiligt lív bæði fyri seg sjálvi og sínar eftirkomarar. Framburðurin má byggja á burðardyggan vøkstur og burðardygga nýtslu av tilfeingi, so komandi ættarlið fáa somu fortreytir at skipa seg í vælferðarsamfeløgum, sum vit hava havt.
Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018.
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
Kelda: verdensbedstenyheder.dk
UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 1: BASA FÁTÆKRADØMI
1.1
Ógvusligt fátækradømi skal basast fullkomiliga fyri øll í heiminum áðrenn 2030. Hetta merkir, at ongin skal liva undir altjóða fátækramarkinum, sum í løtuni er 1,90 dollarar – umleið 13 krónur - um dagin.
1.2
Áðrenn 2030 skal talið á fólki í fátækradømi í einstøku londunum niður í eina helvt.
1.3
Tað skulu í teimum einstøku londunum setast inn hóskandi sosialar verndarskipanir og íløgur til øll, herundir sosial trygdarnet, og áðrenn 2030 skulu tey fátøku og útsettu hava fingið trygd.
1.4
Áðrenn 2030 skulu vit tryggja, at allir menn og allar kvinnur, serliga tey fátøku og útsettu, hava somu rættindi til fíggjarligt rásarúm eins og atgongd til grundleggjandi veitingar, ognarskap og ræði á jørð og onnur sløg av ogn, arvi, náttúrutilfeingi, hóskandi nýggjari tøkni og fíggjartænastum, íroknað mikrofígging.
1.5
Áðrenn 2030 skulu tey fátæku og útsettu verða betri før fyri at standa ímóti vanlukkum, ið standast av veðurlagnum, og øðrum búskaparligum, sosialum og umhvørvisligum stoytum og vanlukkum.
1.a
Vit skulu tryggja tað týdningarmikla tilfeingið frá ymiskum keldum, soleiðis at menningarlondini kunnu fremja ætlanir og politisk átøk, til tess at gera enda á alskyns fátækadømi. Tilfeingið skal eitt nú fáast til vega við enn betri menningarsamstarvi, og tað skal serliga koma teimum londunum, har minst menning hevur verið, til góðar.
1.b
Vit skulu gera skynsamar politiskar karmar, bæði á altjóða støði og í einstøku londunum, fyri at stuðla størri íløgum í at basa fátækadømi. Íløgurnar skulu byggja á ætlanir fyri menning, sum skulu betra korini hjá teimum fátøku, og har dentur verður lagdur á bæði kynini.