Hetta fyrsta heimsmálið snýr seg um at basa ógvusligum fátækradømi fyri ár 2030. Heimsbankin lýsir fólk við inntøku lægri enn 2 dollarar um dagin- umleið 13 danskar krónur – sum ógvusliga fátøk. Tað er ein stór avbjóðing at røkka málinum, men tað gongur rætta vegin.
Heimsmál nummar 2: Mat til øll
Heimsmál nummar tvey snýr seg í høvuðsheitum um, at øll skulu fáa atgongd til mat. Hetta fevnir bæði um tey, ið líða av ógvusligari hungursneyð við áhaldandi vanda fyri at doyggja í hungri, og tey, ið yvirliva á hungursmarkinum, men ikki fáa nóg mikið av mati til at liva eitt gott lív.
Síðan ár 2000 er tann parturin av fólki, ið ikki fáa nóg mikið av mati, fallin úr 15 prosentum niður í 11 prosent. Tað er eitt stórt framstig, men kortini fara umleið 795 mió. fólk hvørt kvøld svong í song. Tað svarar á leið til fólkatalið í Evropa.
Saman standa vit sterkast
Miðlarnir siga oftast frá hungursneyð, sum er íkomin aftaná stórar vanlukkur, so sum kríggj og ógvusligan turkur. Tá hava vit sæð fleiri dømir um, at altjóða samfelagið í felag hevur megnað at forða fyri ógvusligastu avleiðingunum av vanlukkunum, við at veita hjálp og senda mat til hesi økini til støðan aftur er batnað.
Áhaldandi matvørutrot er oyðileggjandi fyri møguleikarnar hjá londum at koma fyri seg. Tey mennast ikki og klára seg ikki við egnari hjálp. Hungursneyðin forðar fyri búskaparligum vøkstri og eisini menningini hjá børnum, tí tey vaksa upp uttan nóg mikið av føðsluríkum mati. Tað er torført at koma burtur úr neyðini, tá nýggja ættarliðið, ið veksur upp, ikki hevur ment seg nóg mikið til at arbeiða seg upp úr fátæradøminum á egnum beinum. Tí er umráðandi at venda gongdini og syrgja fyri, at fleiri fáa meira og betri mat, so nýggju ættarliðini fáa rúmd og umstøður at venda gongdini og skapa eina betri framtíð fyri seg sjálvan og familjuna.
Annað heimsmálið snýr seg sostatt bæði um, at øll skulu hava nokk av mati, men eisini at maturin skal vera sunnur og føðsluríkur, fyri at øll fólk kunnu liva eitt sømiligt lív.
Ein gongd leið er at bøta um umstøðurnar hjá jarðarbrúkarum og fiskimonnum, so meiri fæst burturúr framleiðsluni við einari skynsamari og burðardyggari nýtslu av jørðini og sjónum. Onnur, at teir smærru matvøruframleiðararnir fáa betri rættindi til jørð og bankalán og somu atgongd, sum øll onnur, at selja teirra vørur á marknaðinum.
Í hesum sambandi hava tey ríku londini ein týdningarmiklan leiklut. Eitt nú við at skapa javnar kappingarumstøður og steðga stóra studninginum til útflutning av egnum landbúnaðarvørum. Tað er eisini brúk fyri at víðka innlitið og marknaðarvitanina um støddina av matvørugoymslum, tí so kann framleiðslan lagast til støddirnar, heldur enn elva til ógvuslig sveiggj í kostnaðinum av matvørum, sum við hvørt rúka upp í topp og aðrar tíðir fara niður í botn.
Ein stórur partur av tí mati, vit framleiða í dag, verður annaðhvørt spiltur undir flutningi ella tveittur burtur. Eitt triðja átak snýr seg tí um at minka stóra matoyðslið í framkomna heiminum niður í eina helvt, sum eisini er fevnt av tólvta heimsmálinum, sum snýr seg um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu.
Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018.
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk
UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 2: MAT TIL ØLL
2.1
Áðrenn 2030 skulu øll hava atgongd til mat. Vit skulu tryggja øllum menniskjum atgongd til trygga, føðsluríka og nóg nógva føði, alt árið. Dentur verður her serliga lagdur á tey fátæku og fólk í útsettum støðum, harundir nýføðingar og smábørn.
2.2
Vit skulu syrgja fyri, at øll fáa røttu føðslusamansetingina áðrenn 2030. Hetta fevnir eisini um, at vit áðrenn 2025 skulu røkka teimum altjóða samtyktu málunum um at minka um tarn í vøkstri og menning hjá børnum orsaka av skeivari føðslusamanseting. Vit skulu eisini virka fyri, at tørvurin hjá ungum gentum, kvinnum við barn og eldri fólkum til føðsluevni verður nøktaður.
2.3
Áðrenn 2030 skulu vit tvífalda framleiðsluevni og inntøkuna hjá teimum smærru matvøruframleiðarunum, serliga hjá kvinnum, upprunafólki, bóndafamiljum, húsdýrahaldarum og fiskimonnum. Hetta skal millum annað gerast ígjøgnum trygga og javna atgongd til jørð, vitan, fíggjartænastur, marknaðir og møguleikar fyri at økja um virði og arbeiðsfjøld.
2.4
Vit skulu tryggja eina burðardygga framleiðslu av mati áðrenn 2030. Vit skulu nýta arbeiðshættir, ið bæði økja um framleiðsluna og sum tryggja varðveiðslu av vistfrøðiskipanum. Hesir arbeiðshættir skulu eisini tryggja eina tillaging til veðurlagsbroytingar, ógvusligt veður, turkur, vatnflóð og aðrar vanlukkur, og harafturat áhaldandi at bøta um góðskuna av jørðini.
2.5
Áðrenn 2030 skulu vit tryggja varðveiðslu av arvafrøðiliga margfeldinum av fræum, alivøkstri og húsdjórum í landbúnaðinum, og øðrum sløgum av villum plantum og djórum. Hetta skal m.a. fremjast við at røkja fræ- og plantubankar, bæði á altjóða stigi og í einstøku londunum. Vit skulu harafturat styðja upp undir eina javnbýtta atgongd til fyrimunirnar, sum nýtslan av bæði arvafrøðiliga tilfeinginum og tí siðbundnu vitanini kann veita.
2.a
Vit skulu gera fleiri íløgur í undirstøðukervið í landslutum, í gransking og ráðgeving innan landbúnað, menning av tøkni og genbankar fyri plantur og húsdjór. Hetta skal eitt nú gerast gjøgnum eitt enn betri altjóða samstarv, sum skal elva til ein úrtøkuríkan landbúnað í menningarlondunum, serliga teimum londunum, har minst menning hevur verið.
2.b
Fyri landbúnaðarvørur skulu vit forða fyri handilsavmarkingum og rætta skeiklan í heimsmarknaðinum. Tað skal eitt nú gerast við at avtaka øll sløg av ríkisstuðli til útflutning av landbúnaðarvørum, og somuleiðis onnur útflutningstiltøk við líknandi ávirkan, samsvarandi við samráðingarumfarið í Doha.
2.c
Vit skulu tryggja, at heimsmarknaðurin fyri matvørur riggar á rættan hátt. Tað skal vera atgongd til marknaðarvitanina, eitt nú um støddina av matvørugoymslum, fyri at hjálpa til við at avmarka ógvuslig sveiggj í kostnaðinum á matvørum.
Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk