Hetta fyrsta heimsmálið snýr seg um at basa ógvusligum fátækradømi fyri ár 2030. Heimsbankin lýsir fólk við inntøku lægri enn 2 dollarar um dagin- umleið 13 danskar krónur – sum ógvusliga fátøk. Tað er ein stór avbjóðing at røkka málinum, men tað gongur rætta vegin.
Heimsmál nummar 2: Mat til øll
Heimsmál nummar tvey snýr seg í høvuðsheitum um, at øll skulu fáa atgongd til mat. Hetta fevnir bæði um tey, ið líða av ógvusligari hungursneyð við áhaldandi vanda fyri at doyggja í hungri, og tey, ið yvirliva á hungursmarkinum, men ikki fáa nóg mikið av mati til at liva eitt gott lív.
Síðan ár 2000 er tann parturin av fólki, ið ikki fáa nóg mikið av mati, fallin úr 15 prosentum niður í 11 prosent. Tað er eitt stórt framstig, men kortini fara umleið 795 mió. fólk hvørt kvøld svong í song. Tað svarar á leið til fólkatalið í Evropa.
Saman standa vit sterkast
Miðlarnir siga oftast frá hungursneyð, sum er íkomin aftaná stórar vanlukkur, so sum kríggj og ógvusligan turkur. Tá hava vit sæð fleiri dømir um, at altjóða samfelagið í felag hevur megnað at forða fyri ógvusligastu avleiðingunum av vanlukkunum, við at veita hjálp og senda mat til hesi økini til støðan aftur er batnað.
Áhaldandi matvørutrot er oyðileggjandi fyri møguleikarnar hjá londum at koma fyri seg. Tey mennast ikki og klára seg ikki við egnari hjálp. Hungursneyðin forðar fyri búskaparligum vøkstri og eisini menningini hjá børnum, tí tey vaksa upp uttan nóg mikið av føðsluríkum mati. Tað er torført at koma burtur úr neyðini, tá nýggja ættarliðið, ið veksur upp, ikki hevur ment seg nóg mikið til at arbeiða seg upp úr fátæradøminum á egnum beinum. Tí er umráðandi at venda gongdini og syrgja fyri, at fleiri fáa meira og betri mat, so nýggju ættarliðini fáa rúmd og umstøður at venda gongdini og skapa eina betri framtíð fyri seg sjálvan og familjuna.
Annað heimsmálið snýr seg sostatt bæði um, at øll skulu hava nokk av mati, men eisini at maturin skal vera sunnur og føðsluríkur, fyri at øll fólk kunnu liva eitt sømiligt lív.
Ein gongd leið er at bøta um umstøðurnar hjá jarðarbrúkarum og fiskimonnum, so meiri fæst burturúr framleiðsluni við einari skynsamari og burðardyggari nýtslu av jørðini og sjónum. Onnur, at teir smærru matvøruframleiðararnir fáa betri rættindi til jørð og bankalán og somu atgongd, sum øll onnur, at selja teirra vørur á marknaðinum.
Í hesum sambandi hava tey ríku londini ein týdningarmiklan leiklut. Eitt nú við at skapa javnar kappingarumstøður og steðga stóra studninginum til útflutning av egnum landbúnaðarvørum. Tað er eisini brúk fyri at víðka innlitið og marknaðarvitanina um støddina av matvørugoymslum, tí so kann framleiðslan lagast til støddirnar, heldur enn elva til ógvuslig sveiggj í kostnaðinum av matvørum, sum við hvørt rúka upp í topp og aðrar tíðir fara niður í botn.
Ein stórur partur av tí mati, vit framleiða í dag, verður annaðhvørt spiltur undir flutningi ella tveittur burtur. Eitt triðja átak snýr seg tí um at minka stóra matoyðslið í framkomna heiminum niður í eina helvt, sum eisini er fevnt av tólvta heimsmálinum, sum snýr seg um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu.
Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018.
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk
UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 2: MAT TIL ØLL
2.1
Áðrenn 2030 skulu øll hava atgongd til mat. Vit skulu tryggja øllum menniskjum atgongd til trygga, føðsluríka og nóg nógva føði, alt árið. Dentur verður her serliga lagdur á tey fátæku og fólk í útsettum støðum, harundir nýføðingar og smábørn.
2.2
Vit skulu syrgja fyri, at øll fáa røttu føðslusamansetingina áðrenn 2030. Hetta fevnir eisini um, at vit áðrenn 2025 skulu røkka teimum altjóða samtyktu málunum um at minka um tarn í vøkstri og menning hjá børnum orsaka av skeivari føðslusamanseting. Vit skulu eisini virka fyri, at tørvurin hjá ungum gentum, kvinnum við barn og eldri fólkum til føðsluevni verður nøktaður.
2.3
Áðrenn 2030 skulu vit tvífalda framleiðsluevni og inntøkuna hjá teimum smærru matvøruframleiðarunum, serliga hjá kvinnum, upprunafólki, bóndafamiljum, húsdýrahaldarum og fiskimonnum. Hetta skal millum annað gerast ígjøgnum trygga og javna atgongd til jørð, vitan, fíggjartænastur, marknaðir og møguleikar fyri at økja um virði og arbeiðsfjøld.
2.4
Vit skulu tryggja eina burðardygga framleiðslu av mati áðrenn 2030. Vit skulu nýta arbeiðshættir, ið bæði økja um framleiðsluna og sum tryggja varðveiðslu av vistfrøðiskipanum. Hesir arbeiðshættir skulu eisini tryggja eina tillaging til veðurlagsbroytingar, ógvusligt veður, turkur, vatnflóð og aðrar vanlukkur, og harafturat áhaldandi at bøta um góðskuna av jørðini.
2.5
Áðrenn 2030 skulu vit tryggja varðveiðslu av arvafrøðiliga margfeldinum av fræum, alivøkstri og húsdjórum í landbúnaðinum, og øðrum sløgum av villum plantum og djórum. Hetta skal m.a. fremjast við at røkja fræ- og plantubankar, bæði á altjóða stigi og í einstøku londunum. Vit skulu harafturat styðja upp undir eina javnbýtta atgongd til fyrimunirnar, sum nýtslan av bæði arvafrøðiliga tilfeinginum og tí siðbundnu vitanini kann veita.
2.a
Vit skulu gera fleiri íløgur í undirstøðukervið í landslutum, í gransking og ráðgeving innan landbúnað, menning av tøkni og genbankar fyri plantur og húsdjór. Hetta skal eitt nú gerast gjøgnum eitt enn betri altjóða samstarv, sum skal elva til ein úrtøkuríkan landbúnað í menningarlondunum, serliga teimum londunum, har minst menning hevur verið.
2.b
Fyri landbúnaðarvørur skulu vit forða fyri handilsavmarkingum og rætta skeiklan í heimsmarknaðinum. Tað skal eitt nú gerast við at avtaka øll sløg av ríkisstuðli til útflutning av landbúnaðarvørum, og somuleiðis onnur útflutningstiltøk við líknandi ávirkan, samsvarandi við samráðingarumfarið í Doha.
2.c
Vit skulu tryggja, at heimsmarknaðurin fyri matvørur riggar á rættan hátt. Tað skal vera atgongd til marknaðarvitanina, eitt nú um støddina av matvørugoymslum, fyri at hjálpa til við at avmarka ógvuslig sveiggj í kostnaðinum á matvørum.
Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk
Heimsmál nummar 3: Góð heilsa og vælvera
Heilsustøðan í heiminum er sum heild vorðin nógv betri síðan 1990. Eitt nú doyggja munandi færri undir føðing. Talið á mammum, sum doyggja í barsilssong er minkað 44 prosent allastaðni í heiminum, og talið av børnum, ið doyggja undir føðing er somuleiðis farið niður í helvt. Ein orsøk til hesa jaligu framgongd er betri heilsutænastur og reinføri.
At heilsustøðan er vorðin betri hevur eisini havt við sær, at vit í dag sum heild liva longri. Vart tú føddur í 1990, kundi tú væntað at liva í eini 65 ár; í dag er tað hækkað til 71 ár.
Hóast hetta, eru tað enn alt ov nógv fólk, ið doyggja av sjúkum, ið sleppast kunnu undan við at vaska hendur ella við stuttari og bíligari viðgerð.
Samstundis eru enn nógvar sjúkur, ið krevja stórt arbeiði at basa. Summar kunnu vit tó berja niður, eitt nú malaria og HIV/AIDS. Á hesum økjum hava eisini verið stór framstig. Eitt nú doyggja í dag helvtin færri av malaria um árið enn í 2000, orsaka av at heilivágur og mýggjabitanet eru fingin til vega. Vit mugu tó halda áfram við at gera íløgur í hetta hjálpararbeiði, tí enn doyggja umleið 438.000 fólk árliga av malaria.
Triðja heimsmálið snýr seg um, at øll fólk í øllum aldrum, í øllum londum skulu tryggjast eina góða heilsu. Hetta skal fremjast við at arbeiða harðari fyri at redda lívunum hjá mammum og børnum, við at koma smittandi umfarssjúkum til lívs, við at fækka um tær ikki-smittandi sjúkurnar við einum triðingi, og við at geva øllum atgongd til heilsutrygd. Samstundis skulu øll hava atgongd til koppsetan og munagóðan heilivág, sum fólk hava ráð til at keypa.
Hóast tær smittandi sjúkurnar eru álvarsamar, standast eisini nógvir av okkara heilsutrupulleikum av lívsstíli. Eitt nú hava nógv fólk, bæði í ríkum og fátøkum londum, álvarsamar trupulleikar av sukursjúku, lungnakrabba, rúsevnismisnýtslu og alkoholismu. Heimsmálini miða ikki ímóti einum forboði ímóti tí, sum elvir til hesar trupulleikar, men at styrkja um fyribyrgjan og viðgerð av rúsevnismisnýtslu, bæði narkotiskum evnum og brennivíni, og at arbeiða fyri at fleiri ikki byrja at roykja tubakk.
Vit skulu eisini seta okkum fyri at hálvera talið av deyðum og særdum í ferðsluni allastaðni í heiminum áðrenn 2030. Umleið 1,25 mió fólk doyggja hvørt ár í ferðsluni – bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Hóast ein bilur ikki fysiskt rakar ein persón, er eitt nú útlátið frá bilinum skaðiligt og kann gera stóran skaða á heilsuna hjá fólki, serliga í stórbýum. Sambært útrokningum hjá WTO eru tað áleið 7 milliónir fólk, ið doyggja av skaðiligum útláti hvørt ár. Triðja heimsmálið miðar ímóti, at vit skulu minka munandi um talið av deyðum og heilsutrupulleikum orsakað av dálking í luftini, vatninum og jørðini áðrenn 2030.
Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018.
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk
UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 3: GÓÐ HEILSA OG VÆLVERA
3.1
Í 2030 skulu vit hava minkað um lutfallið av kvinnum, sum doyggja í barsilssong, til færri enn 70 kvinnur fyri hvørji 100.000 børn, ið verða fødd á lívi.
3.2
Áðrenn 2030 skulu vit forða fyri, at nýføðingar og børn undir 5 ár lata lív av orsøkum, ið vit kunnu fyribyrgja. Øll lond skulu seta sum mál at minka um talið á deyðføddum børnum til 12 børn fyri hvørji 1000 livandi, og talið á deyðum børnum undir 5 ár til hægst 25 fyri hvørji 1000 livandi.
3.3
Áðrenn 2030 skulu vit steðga umfarsjúkum av AIDS, tuberklum, malaria og forsømdum tropiskum sjúkum. Somuleiðis skulu vit berja niður livrarbruna, vatnbornar sjúkur og aðrar smittandi sjúkur.
3.4
Áðrenn 2030 skulu vit minka um talið av teimum, ið doyggja ov ung orsaka av ikki-smittandi sjúkum við einum triðingi, tað skal fremjast við fyribyrgjan og viðgerðum. Somuleiðis skulu vit virka fyri sunnari sálarheilsu og -vælveru.
3.5
Vit skulu økja um fyribyrging og viðgerð móti rúsevnismisnýtslu, bæði av narkotiskum rúsevnum og skaðiligari nýtslu av rúsdrekka.
3.6
Áðrenn 2020 skal talið av deyðum og løstaðum í ferðsluni minkast niður í helvt.
3.7
Í 2030 skal vera almenn atgongd til kynsligar og reproduktivar heilsutænastur herímillum upplýsing, útbúgving og ætlan um at skapa sær eina familju. Reproduktivar heilsutænastur skulu sameinast í ætlanum og skráum hjá tjóðini.
3.8
Vit skulu røkka málinum um almenna heilsutænastur um allan heim, herímillum vernd frá fíggjarligum váða og atgongd til grundleggjandi heilsutænastur við góðari góðsku. Øll skulu hava atgongd til tryggan og effektivan heilivág og koppsetan, til ein rímiligan prís.
3.9
Áðrenn 2030 skulu vit minka munandi um bæði heilsutrupulleikar og talið av deyðum orsaka av vandamiklum evnum og dálking av luft, vatni og jørð.
3.a
Vit skulu miða eftir at fáa rammusáttmálan hjá Altjóða Heilsustovninum (WHO), um eftirlit við tubakki, í verk í øllum londum.
3.b
Vit skulu stuðla gransking og menning av koppsetan og heilivági ímóti sjúkunum, sum serliga raka menningarlondini – bæði teimum sjúkum ið eru smittandi og teimum ið ikki eru smittandi. Tað skal vera atgongd til neyðugan heilivág og koppsetan til ein rímiligan prís, í samsvari við Doha-yvirlýsingina um TRIP og fólkaheilsu. Yvirlýsingin lýsir rættin hjá menningarlondum at nýta allar ásetingarnar í sáttmálanum til fulnar fyri at verja fólkaheilsuna og geva øllum atgongd til heilivág.
3.c
Vit skulu munandi økja um fígging av heilsuøkinum, herímillum útvega, útbúgva, menna og varðveita arbeiðsmegina, ið fæst við heilsuhjálp í menningarlondunum, serliga í teimum londum, har minst menning hevur verið og í smáum oyggjasamfeløgunum.
3.d
Vit skulu styrkja evnini hjá øllum londum til tíðliga at ávara um heilsuvandar, bæði í altjóða høpi og í teimum einstøku tjóðunum. Harafturat skulu vit styrkja um evnini at stýra og minka um vandarnar, serliga í menningarlondunum.
Heimsmál nummar 4: Góðska í útbúgving
Hóast øll heimsmálini eru sera týdningarmikil og knýtt hvørt at øðrum, so er málið um at øll skulu fáa atgongd til eina holla útbúgving tað týdningarmiklasta. Tað heldur eitt nú Jeffrey Sachs, serfrøðingur í burðardyggari menning frá Columbia University, og hann er ikki einsamallur um hetta. Tí hetta málið var eisini tað, sum fekk hægstu raðfesting millum 10 milliónir fólk, tá tey vórðu spurd um, hvat mál tey hildu hava stórstan týdning fyri tey og familju teirra. Tað er ongin ivi um, at holl útbúgving skapar eitt dygt grundarlag fyri at skilja og loysa tær avbjóðingar, sum heimssamfelagið er fyri og harvið eisini at vaksa um vælferðina hjá okkum øllum.
Fleiri í skúla
Tey eru framvegis mong, sum ikki fáa eina grundleggjandi útbúgving, men støðan er nógv batnað, so tað gongur støðugt framá. Fjórða hvørt barn fekk annaðhvørt onga undirvísing ella bara part av barnaskúlanum í 1970. Í 1980-árunum batnaði støðan so mikið, at fýra út av fimm fingu ein grundleggjandi barnaskúla, og síðani ártúsundskiftið er støðan batnað so mikið, at níggju út av tíggju børnum í øllum heiminum fullføra allan barnaskúlan. Harumframt, er tað eisini eitt stórt framstig, at í dag eru tað eins nógvar gentur og dreingir, ið fara í skúla.
Fleiri lesa og skriva
Tó er tað ikki nóg mikið bara at sita á skúlabonki, tí børnini skulu eisini læra nakað. Í summum menningarlondum er undirvísingin enn á einum lágum støði og tað hevur við sær, at summa staðni dugir bert helvtin av børnunum at lesa. Men eisini á hesum økinum er framgongd, og UNESCO metti, at stívliga 90% av øllum ungum millum 15 og 24 dugdu at lesa í 2010, meðan talið var 83% í 1990.
Tey bókligu evnini eru týdningarmikil, men ST leggur eisini dent á frálæru, sum kann vera við til at skapa eina framtíð við minni ófriði og størri burðardygd. Eitt nú við at læra um samstarv millum tjóðir og um burðardygga samspælið millum menniskju og nattúru.
Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018.
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk
UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 4: GÓÐSKA Í ÚTBÚGVING
4.1
Áðrenn 2030 skulu vit tryggja, at allar gentur og dreingir fullføra skúlagongdina. Skúlin skal hava eitt høgt støði, soleiðis at børnini fáa eina viðkomandi og effektiva læru. Atgongdin til hesar útbúgvingarnar skal vera ókeypis og líka fyri øll.
4.2
Í 2030 skulu allar gentur og dreingir hava atgongd til nøktandi menning, umsorgan og fyrireiking til skúla áðrenn skúlaaldur.
4.3
Allar kvinnur og menn skulu hava javnbjóðis møguleika til hægri útbúgving fyri ein rímiligan prís áðrenn 2030. Tað kann vera eitt nú tøknis-, vinnu-, ella yrkisútbúgving, ella universitetsútbúgving.
4.4
Áðrenn 2030 skulu vit hava økt munandi um talið av ungum og vaksnum, sum hava viðkomandi førleikar á arbeiðsmarknaðinum, herímillum tey teknisku ella handaligu evnini, sum gera tað gjørligt at stovna sína egnu fyritøku og at skapa arbeiðspláss.
4.5
Í 2030 skal tað ikki vera ójavni ímillum kynini tá umræður útbúgvingarstøði. Vit skulu eisini tryggja javnbjóðis atgongd til øll stig av útbúgving og vinnuyrkisliga læru fyri útsettar bólkar, herímillum fólk ið bera brek, upprunafólk og børn í veikum ella útsettum støðum.
4.6
Áðrenn 2030 skulu vit tryggja, at øll ung og ein týðandi partur av vaksnum kvinnum og monnum duga at lesa, skriva og rokna.
4.7
Áðrenn 2030 skulu vit tryggja, at allir næmingar og lesandi fáa ta vitan og tey evni, tey hava tørv á, fyri at styðja upp undir burðardygga menning. Hetta fevnir eitt nú um útbúgving í burðardyggum livihátti, mannarættindum, javstøðu millum kynini, at virka fyri eini friðaligari mentan uttan harðskap, altjóða borgaraskapi og at virðismeta fjølbroytni í mentanum og mentanarligt íkast til burðardygga menning.
4.a
Vit skulu byggja og betra um útbúgvingarmøguleikar við serligum atliti til tørvin hjá bæði gentum og dreingum, og hjá fólki ið bera brek. Øll skulu hava trygg, friðalig, og góð umhvørvi til læring.
4.b
Áðrenn 2020 skulu vit hava økt munandi um talið av stuðli til skúlagongd, sum er atkomandi hjá menningarlondunum, serliga í teimum londum har minst menning hevur verið, smáum oyggjasamfeløgum og londum í Afrika. Stuðulin skal geva atgongd til hægri lærustovnar, herímillum vinnuútbúgvingar og útbúgvingar innan vitanar- og samskiftisteknik, tøkni, verkfrøði og gransking. Stuðul skal verða veittur í menningarlondunum til lestur, bæði í øðrum menningarlondum og í teimum framkomnu londunum.
4.c
Áðrenn 2030 skulu vit økja munandi um talið av skikkaðum lærarum, ígjøgnum altjóða samstarv um læraraútbúgvingar í menningarlondum, serliga í teimum londum har minst menning hevur verið og smáum oyggjasamfeløgum í menning.
Heimsmál nummar 5: Javnstøða millum kynini
Helvtin av heimsins íbúgvum eru kvinnur, men tær fáa ikki altíð somu møguleikar at liva og geva sítt íkast á jøvnum føti við menn, tí kvinnur hava ikki allastaðni somu rættindi og møguleikar sum menn. Tað fimta heimsmálið miðar eftir, at allur mismunur og harðskapur móti kvinnum og gentum skal steðgast allastaðni, og at kvinnurnar skulu hava somu rættindi til at eiga eitt nú jørð og hús, at luttaka í politiska lívinum, og ikki minst at ráða yvir egnum kroppi – herímillum rættin til sjálvar at avgerða, hvussu nógv børn tær ynskja og nær.
Færri barnabrúðrar
Eitt sum vit í verki kunnu gera fyri at betra um rættindini hjá kvinnum, er at banna hjúnaløg við børnum. Hetta kann hava við sær, at ungar kvinnur fáa møguleika at útbúgva seg, og ikki einans at gerast møður. Støðugt fleiri lond seta átøk í verk móti hjúnaløgum við børnum, og parturin av ógvuliga ungum brúðrum minkar. Í 1990 vórðu áleið 12 prosent av gentunum í heiminum giftar, áðrenn tær vóru 15 ára gamlar – hetta var serliga støðan í Afrika og Asia. Í dag er talið fallið niður á 7 prosent, og fellur skjótast í Norðurafrika. Hetta vísir, at tað er møguligt at broyta elligamlar siðvenjur, sjálvt í sera siðbundnum samfeløgum.
Fleiri kvinnur í politik
Kvinnur eru eisini allastaðni í heiminum við at fáa størri ávirkan í politikki. Í 2016 var talið av kvinnum í parlamentum kring heimin 23 prosent. Í 2006 var talið 17 prosent. Tað gongur nakað skjótari at fáa kvinnur uppí politikk í Føroyum, tí í 2015 vórðu 10 kvinnur valdar millum 33 tingfólk.
Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018.
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
Leinkja: http://www.un.org/sustainabledevelopment/gender-equality/
Leinkja: https://verdensbedstenyheder.dk/verdensmaal/ligestilling-mellem-koennene/
UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 5: JAVNSTØÐA MILLUM KYNINI
5.1
Vit skulu steðga øllum sløgum av mismuni ímóti kvinnum og gentum allastaðni.
5.2
Vit skulu beina fyri øllum harðskapi ímóti kvinnum og gentum, bæði í tí privata og í tí almenna lívinum, herímillum menniskjahandli, kynsligari misnýtslu og øðrum sløgum av misnýtslu.
5.3
Vit skulu steðga øllum skaðiligum siðvenjum, eitt nú tvangshjúnaløgum, hjúnaløgum við børnum og umskering av gentum.
5.4
Vit skulu viðurkenna og virðismeta lønarleyst arbeiði bæði heima hjá fólki og innan umsorgan. Hetta skal gerast gjøgnum almennar tænastuveitingar, undirstøðukervi og skynsaman politik fyri sosialari verju, og við at eggja til eina javnbýtta ábyrgd í heimum og familjum.
5.5
Vit skulu tryggja, at kvinnur fáa somu møguleikar at luttaka í og møguleika til at vera leiðarar á øllum stigum í avgerðum í tí politiska, búskaparliga og almenna lívinum.
5.6
Vit skulu tryggja, at kvinnur fáa vanliga atgongd til kynsligar og reproduktivar heilsutænastur og reproduktiv rættindi, eins og semja var um í ætlanarskránni “Action of the International Conference on Population and Developement” og í Beijing-skránni “Bejing Platform for Action”.
5.a
Vit skulu gera ábøtur á skipanirnar fyri at geva kvinnum somu rættindi til búskaparligar møguleikar, so sum atgongd til ognarrætt og ræði yvir jørð og onnur sløg av ogn, fíggjartænastum, arvi og náttúrutilfeingi, í samsvar við lógir í einstøku londunum.
5.b
Vit skulu betra um nýtsluna av tøkni, serliga vitanar- og samskiftistøkni, fyri at styrkja møguleikarnar hjá kvinnum.
5.c
Vit skulu taka við og fremja skynsaman politik og lóggávu, fyri at styrkja um javnstøðu millum kynini.
Heimsmál nummar 6: Reint vatn og reinføri
Málið fyri sætta heimsmálið er, at øll skulu hava atgongd til reint drekkivatn. Somuleiðis skulu øll hava atgongd til ávís heilsu- og reinførisviðurskifti, eitt nú ordilig kloakviðurskifti og vesi.
Betri atgongd til reint vatn
Reint vatn er ein tann týdningarmesta fyritreytin fyri góðari heilsu. Á hesum økinum eru framstig gjørd. Meðan tað í ár 2000 bert vóru 82 prosent, eru tað nú 91 prosent av heimsins íbúgvum, sum hava atgongd til eina betri vatnkeldu.
At vatnkeldan er betri merkir, at fólkini ikki longur skulu ganga til størri vøtn og áir at heinta vatn. Vatnið í teimum størru vøtnunum og áunum er oftast skitið og kann elva til sjúkur. Tí eru tað góð tíðindi, at hesi fólk í staðin hava fingið atgongd til brunnar, vatnpumpur ella ein krana heima við hús.
Atgongd til vesi
Áleið 946 mió. fólk hava ikki møguleika at fara á eitt vesi, og noyðast í staðin at fara út á eina mark, í skógin, við síðuna av tokbreytum ella út á opna gøtu. Umframt, at hetta ikki er serliga hugaligt, er hetta eisini við til at spjaða ymiskar sjúkur. Á hesum økinum hava tó eisini verið framstig. Í ár 2000 høvdu 59 prosent atgongd til vesi, men hetta talið er vaksið til 68 prosent.
Betri umsiting av vatninum
Hetta heimsmálið snýr seg eisini um at umsita tilfeingið av vatni á ein burðardyggan hátt um allan heimin. Vit skulu verða betri til at savna inn og nýta regnvatn, skilja salt frá sjógvi, viðgera og reinsa spillivatn, og verja og endurreisa náttúruøkir, har vatn stavar frá. Sambært FAO, sum er matvøru og landbúnaðarfelagsskapur Sameindu Tjóða, veita skógir og vátlendi áleið 75 prosent av vatninum, ið vit nýta í býum, ídnaði og landbúnaði um allan heim.
Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018.
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk
UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 6: REINT VATN OG REINFØRI
6.1
Í 2030 skulu øll hava atgongd til reint drekkivatn til ein rímiligan prís.
6.2
Øll fólk skulu fáa atgongd til nóg góð heilsu- og reinførisviðurskifti áðrenn 2030, eitt nú atgongd til eitt ordiligt vesi. Vit skulu m.a. leggja dent á serliga tørvin hjá gentum og kvinnum, og fólkum í útsettum støðum.
6.3
Áðrenn 2030 skulu vit betra um góðskuna av vatninum við at minka um dálking, steðga dumping og avmarka útlátið av vandamiklum evnum. Parturin av óviðgjørdum spillivatni skal skerast í helvt, og vit skulu endurnýta munandi meira allastaðni.
6.4
Áðrenn 2030 skulu vit gerast betri til at gagnnýta vatn á skynsaman hátt í øllum geirum. Vit skulu tryggja atgongd til reint drekkivant á ein tryggan og burðardyggan hátt, fyri munandi at minka um talið av fólki, ið líða av vatntroti.
6.5
Áðrenn 2030 skulu vit samantvinna umsitingina av vatntilfeinginum. Hetta gera vit í samstarvi tvørturum landamørk.
6.6
Áðrenn 2020 skulu vit verja og fáa í rætt lag vistfrøðiskipanir, sum hava týdning fyri vatn, so sum økir í fjøllum, skógum, vátlendum, áum, vøtnum og keldum til grundvatn.
6.a
Áðrenn 2030 skulu vit økja um altjóða samstarvið og stuðla menningarlondunum, soleiðis at tey gerast før fyri at gera skráir og hava skynsamt virksemi innan vatn og reinføri, eitt nú við at savna inn regnvatn, skilja salt úr sjógvi, hava effektiva stýring av vatni, viðgerð av spillivatn og tøkni til endurnýtslu.
6.b
Vit skulu stuðla nærsamfeløgunum í at luttaka í at betra um umsitingina av vatni og reinføri.
Heimsmál nummar 7: Burðardygg orka
Sjeynda heimsmálið snýr seg um at øll skulu fáa atgongd til álítandi, burðardygga og nútímans orku. Tá vit í tí ríka partinum av heiminum tosa um burðardygga orku, snýr tað seg oftast um, at vit skulu fara frá at nýta kol og olju, og í staðin nýta meira grøna orku frá sól, vindi og vatni. Men í nógvum londum gera fólk enn mat uppi yvir opnum eldi, og her snýr tað seg um at førka seg vekk frá at nýta osandi pinnabrenni í køkinum og heldur byrja at gera mat á eitt nú einum gasskomfýri.
Parturin av fólki, ið hava atgongd til gass ella streym í køkinum er øktur 7 prosent síðan ár 2000, men orsaka av ógvusliga fólkavøkstrinum eru tó fleiri fólk í tali, sum gera mat yvir opnum eldi enn áður.
Fleiri atgongd til streym
Hinvegin hækkar tann parturin av fólki, ið hava atgongd til streym støðugt. Ein serlig orsøk til hetta er útbreiðslan av sólsellum, ið eru vorðnar alsamt bíligari tey seinastu árini. Hetta, saman við teimum nýggju LED-ljósperunum, sum nýta minni av streymi, hevur givið einum hópi av fólki í økjum uttanfyri býirnar møguleika fyri at hava ljós um kvøldarnar og næturnar. Hetta hevur havt við sær, at børn kunnu gera skúlating um kvøldarnar og at fólk kunnu fylgja við tíðindunum í útvarpinum ella á snildfonunum, sum eru komnar nógv fram tey síðstu árini, eisini í teimum sera fátøku økjunum.
Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018.
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk
UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 7: BURÐARDYGG ORKA
7.1
Áðrenn 2030 skulu øll hava atgongd til álítandi og nútíðarhóskandi orkukeldur fyri ein rímiligan prís.
7.2
Áðrenn 2030 skulu vit nýta munandi meira burðardygga og varandi orku allastaðni í heiminum.
7.3
Áðrenn 2030 skulu vit verða tvífalt so skjót at betra um orkugagnnýtsluna í heiminum.
7.a
Vit skulu gerast betri til at samstarva og veita atgongd til gransking í grønari orku áðrenn 2030, eitt nú innan varandi orku, orkugagnnýtslu og grønari og framkomnari nýtslu av lívrunnum brennievnum. Vit skulu eisini gera íløgur í undirstøðukervið og grøna orkutøkni.
7.b
Áðrenn 2030 skulu vit útbyggja undirstøðukervið og dagføra tøknina, fyri at veita nútíðarhóskandi og burðardyggar orkutænastur til øll fólk í menningarlondunum. Hetta er serliga galdandi fyri tey londini har minst menning hevur verið, smá oyggjasamfeløg í menning og tey menningarlondini, ið ikki hava atgongd til havið. Hetta skal gerast í samsvar við stuðulsskipanirnar í einstøku tjóðunum.
Heimsmál nummar 8: Sømilig arbeiði og búskaparligur vøkstur
Um fleiri hundrað milliónir fólk skulu hava møguleika at arbeiða seg upp úr ógvusligum fátækadømi, er neyðugt við búskaparligum vøkstri. Málið hjá ST er, at vøksturin skal upp á 7 prosent í teimum londunum, har minst menning hevur verið. Sambært heimsbankanum verða lívskorini betraði munandi skjótari, um vøksturin er 7 prosent árliga. Enn eru vit ikki komin á mál á hesum økinum; vøksturin í teimum londunum, har minst menning hevur verið, var umleið 3,5 prosent árliga frá 2000-2014, og kemur væntandi upp á 5,5 prosent í 2017.
Í nógvum menningarlondum er høvuðsvinnan søla av rávørum, og vøksturin er tí treytaður av prísinum á rávørunum á heimsmarknaðinum. Hetta hevur við sær, at tá prísurin fellur, steðgar vøksturin í hesum londunum. Tó hava nógv av teimum fátøku londunum nógv ung folk, sum hava meira lærdóm enn áður, og hetta gevur góðar fortreytir fyri búskapin.
Búskaparligur vøkstur er tó ikki í sær sjálvum trygd fyri, at fólkið í einum landi verður lyft úr fátækradømi. Um ójavnin veksur, kann tað økta ríkidømið frá vøkstrinum enda hjá nøkrum fáum persónum, ið eru ógvuliga ríkir frammanundan. Tí er eisini eitt heimsmál samtykt, ið snýr seg um at minka um ójavnan allastaðni í heiminum (mál nummar tíggju).
Steðga trýstið á náttúruna
Tann búskaparligi vøksturin setur eisini trýst á náttúrunnar tilfeingi. Málið er, at vøksturin skal vera burðardyggur. Hetta merkir eitt nú, at vit skulu gagnnýta tilfeingið betri í samband við nýtslu og framleiðslu. Vit skulu eisini arbeiða fyri at steðga búskaparligum vøkstri, sum kemur av virksemi, ið oyðileggur umhvørvið. Eitt dømi kundi verið, at ongin skógur skal jarðleggjast fyri ein skjótan búskaparligan vøkstur, men skal í staðin varðveitast og nýtast ár eftir ár.
Sømilig arbeiði
Ein annar týdningarmikil partur av hesum málinum er, at tað skal vera fokus á rættindi hjá arbeiðstakarum, soleiðis at tey fátæku ikki bara fáa eitt arbeiði, men at tað eisini eru sømiligar og tryggar umstøður. Vit skulu beinanvegin fara undir at steðga handli við menniskjum, og í síðsta lagi í 2025 skulu øll sløg av barnaarbeiði vera steðgað.
Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018.
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/
Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk
UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 8: SØMILIG ARBEIÐI OG BÚSKAPARLIGUR VØKSTUR
8.1
Vit skulu varðveita búskaparligan vøkstur í samsvar við viðurskiftini i hvørjari einstakari tjóð, og serliga skulu vit tryggja ein árligan búskaparvøkstur á minst 7 prosent í teimum londum, har minst menning hevur verið.
8.2
Vit skulu fáa størri búskaparliga framleiðslu ígjøgnum ymiskleika, tøkniliga menning og nýskapan, millum annað við at leggja dent á arbeiðskrevjandi geirar við stórum virðisvøkstri.
8.3
Vit skulu stuðla politiskum avgerðum, sum leggja dent á menning, ið veitir sømilig arbeiði og stuðlar úrtøkumiklum virksemi, íverksetan, skapanarevnum og nýskapan. Vit skulu somuleiðis stuðla formalisering og vøkstri í smáum og millumstórum fyritøkum, eitt nú við at veita atgongd til fíggjartænastur.
8.4
Inntil ár 2030 er lokið, skulu vit støðugt gerast betri til at gagnnýta heimsins tilfeingi meira munadygt í samband við nýtslu og framleiðslu. Somuleiðis skulu vit virka fyri at loysa okkum frá búskaparligum vøkstri, ið berur við sær oyðilegging av umhvørvinum, í samsvar við 10-ára karmin av ætlanum hjá ST um burðardygga nýtslu og framleiðslu. Á hesum økjum skulu tey framkomnu londini ganga á odda.
8.5
Áðrenn 2030 skulu allir menn og allar kvinnur hava eitt virðisskapandi og sømiligt arbeiði, ið gevur teimum eins løn fyri eins arbeiði. Hetta er eisini galdandi fyri ung og fyri fólk, ið bera brek.
8.6
Áðrenn 2020 skulu vit, í týðandi mun, minka um tann partin av ungum, ið hvørki arbeiða, eru undir útbúgving ella eru í læru.
8.7
Vit skulu, alt fyri eitt, fara undir at steðga tvingilsarbeiði, nútíðar trældómi og menniskjahandli. Somuleiðis skulu vit steðga teimum verstu sløgunum av barnaarbeiði, eitt nú útvegan og nýtslu av barnahermonnum. Við byrjan í 2025, skulu vit fullkomiliga basa øllum sløgum av barnaarbeiði.
8.8
Vit skulu verja rættindi hjá arbeiðstakarum, og virka fyri tryggum og støðugum arbeiðsumhvørvum fyri allar arbeiðarar, herímillum gestaarbeiðarar, serliga kvinnur, umframt starvsfólk, ið ikki hava fast tilknýti til arbeiðsmarknaðin.
8.9
Áðrenn 2030 skulu vit samtykkja og seta í verk politiskar avgerðir, sum virka fyri einari burðardyggari ferðafólkavinnu, sum skapar arbeiði og stimbrar áhugan fyri staðbundnum vørum og mentan.
8.10
Vit skulu styrkja egnar fíggjarstovnar fyri at víðka atgongdina til bankavirksemi, trygging og aðrar fíggjartænastur fyri øll.
8.a
Vit skulu økja undirtøkuna fyri “Aid for Trade” í menningarlondunum, serliga í teimum londunum, har minst menning hevur verið. Hetta skal eitt nú gerast ígjøgnum “the Enhanced Integrated Framework for Trade-Related Technical Assistance to Least Developed Countries”.
8.b
Áðrenn 2020 skulu vit menna og byrja eina altjóða virkisskrá fyri at fáa ung í arbeiði, og vit skulu seta í verk “the Global Jobs Pact of the International Labour Organization” hjá ST.
Heimsmál nummar 9: Vinna, nýskapan og undirstøðukervi
Hetta málið kann kennast sum eitt av teimum heimsmálunum, ið er truplast at fyrihalda seg til. Men í roynd og veru snýr tað seg um at fáa okkara samfeløg at mala runt á ein betri hátt. Tað snýr seg um at hava vegir, jarnbreytir og havnir, sum gera okkum før fyri at hava handil við allan heimin, heldur enn bara í okkara heimaøki. Tað snýr seg um at finna nýggjar arbeiðshættir fyri at arbeiða meira burðardygt í virkjum og fyritøkum, soleiðis at vit nýta tilfeingið meir effektivt og umhvørvisvinarligt.
Heimsmál nummar 10: Minka um ójavna
Heimsmál nummar 11: Burðardyggar býir og bygdir
Helmingurin av heimsins fólkm búgva nú í býum, og flytingin úr útjaðaranum til býirnar sær út til at halda fram. Tað hevur við sær bæði stórar avbjóðingar og nógvar møguleikar. Teir nógvu stóru býirnir nýta stórar mongdir av vatni, mati og øðrum tilfeingi, og úr tí koma stórir dungar av ruski. Hinvegin verður tað eisini lættari at savna inn og handfara rusk á rættan hátt, tá nógv fólk búgva savnaði í sama øki.
Heimsmál nummar 12: Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla
Heimsmál nummar 13: Veðurlagsátøk
Trettanda heimsmálið snýr seg um, at vit skulu bæði tálma veðurlagsbroytingum og verða betri før at standa ímóti teimum broytingum, sum vit ikki sleppa undan. Eisini skulu vit hjálpa menningarlondunum at minka um teirra útlát av CO2 á ein hátt, sum samstundis varðveitir neyðuga búskaparvøksturin til at røkka málinum um at basa ógvusligum fátækradømi.
Heimsmál nummar 14: Lívið í havinum
Heimsmál nummar 15: Lívið á landi
Náttúra og djóralív á landi eru undir stórum trýsti. Síðan 1970 eru helvtin av heimsins villu djórasløgunum útdeyð. Hetta kemst bæði av at vit menniskju hava veitt og dripið ov nógv av djórasløgunum, og at vit hava meira ella minni oytt teirra lívlendi. Eisini týdningarmiklar plantur og ávøkstur eru undir trýsti, tí at fólk rudda lendið til kýr at ganga á biti ella fyri at pløðga jarðarstykkini til aðra grøði.