heim

Heimsmál nummar 3: Góð heilsa og vælvera

Heilsustøðan í heiminum er sum heild vorðin nógv betri síðan 1990. Eitt nú doyggja munandi færri undir føðing. Talið á mammum, sum doyggja í barsilssong er minkað 44 prosent allastaðni í heiminum, og talið av børnum, ið doyggja undir føðing er somuleiðis farið niður í helvt. Ein orsøk til hesa jaligu framgongd er betri heilsutænastur og reinføri.

At heilsustøðan er vorðin betri hevur eisini havt við sær, at vit í dag sum heild liva longri. Vart tú føddur í 1990, kundi tú væntað at liva í eini 65 ár; í dag er tað hækkað til 71 ár.

Hóast hetta, eru tað enn alt ov nógv fólk, ið doyggja av sjúkum, ið sleppast kunnu undan við at vaska hendur ella við stuttari og bíligari viðgerð.

Samstundis eru enn nógvar sjúkur, ið krevja stórt arbeiði at basa. Summar kunnu vit tó berja niður, eitt nú malaria og HIV/AIDS. Á hesum økjum hava eisini verið stór framstig. Eitt nú doyggja í dag helvtin færri av malaria um árið enn í 2000, orsaka av at heilivágur og mýggjabitanet eru fingin til vega. Vit mugu tó halda áfram við at gera íløgur í hetta hjálpararbeiði, tí enn doyggja umleið 438.000 fólk árliga av malaria.

Triðja heimsmálið snýr seg um, at øll fólk í øllum aldrum, í øllum londum skulu tryggjast eina góða heilsu. Hetta skal fremjast við at arbeiða harðari fyri at redda lívunum hjá mammum og børnum, við at koma smittandi umfarssjúkum til lívs, við at fækka um tær ikki-smittandi sjúkurnar við einum triðingi, og við at geva øllum atgongd til heilsutrygd. Samstundis skulu øll hava atgongd til koppsetan og munagóðan heilivág, sum fólk hava ráð til at keypa.

Hóast tær smittandi sjúkurnar eru álvarsamar, standast eisini nógvir av okkara heilsutrupulleikum av lívsstíli. Eitt nú hava nógv fólk, bæði í ríkum og fátøkum londum, álvarsamar trupulleikar av sukursjúku, lungnakrabba, rúsevnismisnýtslu og alkoholismu. Heimsmálini miða ikki ímóti einum forboði ímóti tí, sum elvir til hesar trupulleikar, men at styrkja um fyribyrgjan og viðgerð av rúsevnismisnýtslu, bæði narkotiskum evnum og brennivíni, og at arbeiða fyri at fleiri ikki byrja at roykja tubakk.

Vit skulu eisini seta okkum fyri at hálvera talið av deyðum og særdum í ferðsluni allastaðni í heiminum áðrenn 2030. Umleið 1,25 mió fólk doyggja hvørt ár í ferðsluni – bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Hóast ein bilur ikki fysiskt rakar ein persón, er eitt nú útlátið frá bilinum skaðiligt og kann gera stóran skaða á heilsuna hjá fólki, serliga í stórbýum. Sambært útrokningum hjá WTO eru tað áleið 7 milliónir fólk, ið doyggja av skaðiligum útláti hvørt ár. Triðja heimsmálið miðar ímóti, at vit skulu minka munandi um talið av deyðum og heilsutrupulleikum orsakað av dálking í luftini, vatninum og jørðini áðrenn 2030.

Ráðstevna um ST og heimsmálini verður í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018. 
Les her: https://www.facebook.com/events/156676234984952/

 

Kelda: www.verdensbedstenyheder.dk

UNDIRMÁL FYRI HEIMSMÁL NR. 3: GÓÐ HEILSA OG VÆLVERA

3.1

Í 2030 skulu vit hava minkað um lutfallið av kvinnum, sum doyggja í barsilssong, til færri enn 70 kvinnur fyri hvørji 100.000 børn, ið verða fødd á lívi.

3.2

Áðrenn 2030 skulu vit forða fyri, at nýføðingar og børn undir 5 ár lata lív av orsøkum, ið vit kunnu fyribyrgja. Øll lond skulu seta sum mál at minka um talið á deyðføddum børnum til 12 børn fyri hvørji 1000 livandi, og talið á deyðum børnum undir 5 ár til hægst 25 fyri hvørji 1000 livandi.

3.3

Áðrenn 2030 skulu vit steðga umfarsjúkum av AIDS, tuberklum, malaria og forsømdum tropiskum sjúkum. Somuleiðis skulu vit berja niður livrarbruna, vatnbornar sjúkur og aðrar smittandi sjúkur.

3.4

Áðrenn 2030 skulu vit minka um talið av teimum, ið doyggja ov ung orsaka av ikki-smittandi sjúkum við einum triðingi, tað skal fremjast við fyribyrgjan og viðgerðum. Somuleiðis skulu vit virka fyri sunnari sálarheilsu og -vælveru.

3.5

Vit skulu økja um fyribyrging og viðgerð móti rúsevnismisnýtslu, bæði av narkotiskum rúsevnum og skaðiligari nýtslu av rúsdrekka.

3.6

Áðrenn 2020 skal talið av deyðum og løstaðum í ferðsluni minkast niður í helvt.

3.7

Í 2030 skal vera almenn atgongd til kynsligar og reproduktivar heilsutænastur herímillum upplýsing, útbúgving og ætlan um at skapa sær eina familju. Reproduktivar heilsutænastur skulu sameinast í ætlanum og skráum hjá tjóðini.

3.8

Vit skulu røkka málinum um almenna heilsutænastur um allan heim, herímillum vernd frá fíggjarligum váða og atgongd til grundleggjandi heilsutænastur við góðari góðsku. Øll skulu hava atgongd til tryggan og effektivan heilivág og koppsetan, til ein rímiligan prís.

3.9

Áðrenn 2030 skulu vit minka munandi um bæði heilsutrupulleikar og talið av deyðum orsaka av vandamiklum evnum og dálking av luft, vatni og jørð.

3.a

Vit skulu miða eftir at fáa rammusáttmálan hjá Altjóða Heilsustovninum (WHO), um eftirlit við tubakki, í verk í øllum londum.

3.b

Vit skulu stuðla gransking og menning av koppsetan og heilivági ímóti sjúkunum, sum serliga raka menningarlondini – bæði teimum sjúkum ið eru smittandi og teimum ið ikki eru smittandi. Tað skal vera atgongd til neyðugan heilivág og koppsetan til ein rímiligan prís, í samsvari við Doha-yvirlýsingina um TRIP og fólkaheilsu. Yvirlýsingin lýsir rættin hjá menningarlondum at nýta allar ásetingarnar í sáttmálanum til fulnar fyri at verja fólkaheilsuna og geva øllum atgongd til heilivág.

3.c

Vit skulu munandi økja um fígging av heilsuøkinum, herímillum útvega, útbúgva, menna og varðveita arbeiðsmegina, ið fæst við heilsuhjálp í menningarlondunum, serliga í teimum londum, har minst menning hevur verið og í smáum oyggjasamfeløgunum.

3.d

Vit skulu styrkja evnini hjá øllum londum til tíðliga at ávara um heilsuvandar, bæði í altjóða høpi og í teimum einstøku tjóðunum. Harafturat skulu vit styrkja um evnini at stýra og minka um vandarnar, serliga í menningarlondunum.