Tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning

Hvussu kunnu vit loysa heimsins størstu trupulleikar?

Í septembur 2015 settu Sameindar Tjóðir (ST) 17 mál, sum fevna um heimsins størstu trupulleikar, sum skulu loysast áðrenn 2030. Hesi vórðu sett, tí tað verður mett alneyðugt, at vit loysa hesar trupulleikarnar, so at vit øll kunnu liva eitt gott lív nú og samstundis lata heimin víðari í góðum standi til komandi ættarlið. ST hevur sostatt sett eina felags kós ímóti einari burðardyggari framtíð fyri øll á jørðini.

Heimsmálini fevna um okkum øll

Hetta er ikki fyrstu ferð, ST hevur sett mál fyri heimsmenningina. Í ár 2000 vórðu 8 mál viðtikin um, hvussu heimurin skulu síggja út í 2015. Ímillum hesi vóru eitt nú at minka um fátækradømi, at fáa øll børn í skúla, tryggja rættindi, og steðga deyðiligum sjúkum. Hendan avtalan setti í álvara kós ímóti at basa alheimsins fátækradømi, og hóast øll málini ikki vórðu rokkin 100%, var stór framgongd á teimum flestu økjunum. Síðan 1990 er parturin av teimum fátækastu í heiminum fallin við 68 %. Líka nógvir dreingir og gentir byrja nú í barnaskúlanum, talið av fólkum sum verða smittað av HIV er fallið við 40 % síðan ár 2000, og í somu tíð er talið av fólkið, sum eru deyð av malaria, fallið við 58 %.

Málini, ið vórðu sett í ár 2000, fevndu mest um menningarlondini. Tey nýggju málini, ið vórðu sett í 2015, fevna harafturímóti um øll londini í heiminum, sum skulu taka felags ábyrgd og átaka sær at framleiða, forbrúka og vera burðardygg. Tey nýggju heimsmálini fara eisini at fáa týdning fyri milliardir av fólkum. Hesa ferð skulu trupulleikarnir við svongd, fátækradømi og sjúkum ikki einans minka, men í summum førum basast heilt.

Tørvur á nýggjum loysnum

Eitt er at verða samdur um so stór mál. Eitt annað er at gera tey til veruleika. Fyrsta stigi er, at øll fólk í heiminum kenna tey. Tí hava feløg so sum Verdens Bedste Nyheder sett sær fyri at upplýsa so nógv fólk sum gjørligt. Jú fleiri kenna málini, jú fleiri eru við til at tryggja, at okkara politisku leiðarar koma við úrslitum. Jú fleiri kenna til tey stóru framstigini sum heimurin longu hevur gjørt og ta nýggju kósina vit hava møguleika at velja at fara framyvir, jú fleiri kunnu vera við til at tryggja, at vit í felag náa málini.

Hetta krevur nýggjar loysnir, stórar íløgur og samstørv. Ongin politikari, samgonga, fyritøka ella felag kunnu loysa uppgávuna sjálvi. Tí er tað týdningarmikið, at vit arbeiða saman.

 

Her kanst tú taka niður tilfar um heimsmálini:

Heimsmál yvirlit - hvítt

Heimsmál yvirlit - svart

Samla yvirlit

Heimsmál - 2

Heimsmál - 3

Heimsmál - 4