greinar
Fjøll og sjógvur hava skilt okkum føroyingar sundur í øldir, og tí hevur stundum verið trupult at fáa felags stev millum ymsu økini í landinum.
Dysturin um fiskatilfeingið, sum hoyrir Føroyum til, er ein dystur um milliardir av krónum. Fyri ein stóran part byggir okkara vælferðarsamfelag á hesi virðir. Tí hava vit skyldu til at skipa okkum, so bæði samfelag og vinna fáa sum mest burturúr.
MAGNI við greiðari talu um, hvussu vit menna Føroyar við útbúgving og gransking og tættari samstarvi millum tað almenna og tað privata
Í fýra ár gjørdi eg áhaldandi donskum politikarum og fjølmiðlum greitt, at Føroyar eru ogn hjá føroyingum og ikki danska statinum, og at heimastýrislógin og uttanríkispolitiska heimdildarlógin binda okkum niður í altjóða samfelagnum.
Føroyska KT-felagið, Globe Tracker, hevur ment eina skipan, sum ger tað møguligt at fylgja frystibingjum kring allan heim. Felagið gjørdi í vár sáttmála við týska reiðaríið, Habag-Lloyd, um, at reiðaríið keypir skipanina, so tað allatíðina veit, hvar tær 100.000 bingjurnar hjá felagnum eru.
Tá Mette Frederiksen varð spurd, um Danmark fór at selja amerikanarum Grønland, svaraði hon, at tankin var absurdur, tí Danmark eigur ikki Grønland. Tað gera grønlendingar.
Í altjóða skrásetingini yvir matriklar stendur Danmark sum ánari av matriklunum Føroyum og Grønlandi.
Hugaligt, at semja tykist vera um, at ferðavinnan sum skjótast má skipast betur, og at píkatráður og kassaapparat ikki skulu vera millum føroyingin og náttúruna.
Tilsamans kostar heilsuverkið 1,1 mia. kr. at reka árliga, og farna valskeið er játtanin økt við 250 mió. kr. Nógvar ábøtur eru framdar. Ein aðaltáttur í heilsupolitikkinum næstu árini eigur at gerast fyribyrging. Fólkaheilsuráðið hevur nevnt, at hundraðtals milliónir krónur eru at spara í longdini, um størri dentur verður lagdur á fyribyrgjandi átøk.
Valskráin hjá Tjóðveldi varð løgd fram í Niels Finsensgøtu seinnapartin, og høvuðsboðskapurin er, at menningin, sum er framd farna valskeið, loysir seg.
Búskaparlig viðgongd er í Føroyum, tí væl gongst hjá verandi vinnufyritøkum, hundraðtals nýggj feløg eru stovnað, og alsamt fleiri fólk fara virkisfús til arbeiðis.
Mitt í framburðinum eiga vit tó at umhugsa, um allur vøkstur er burðardyggur – tað veri seg búskaparliga, umhvørvisliga, lívfrøðiliga, mentanarliga og sosialt.
Gott skil hevði t.d. verið í at fingið land og kommunur at raðfest sínar íløgur í eini landsætlan, so ein partur kann drýggjast til verri tíðir.
Tann burðardygga umhugsanin eigur eisini at vera eitt meginmál, tá vinnupolitikkurin frá 2005 skal eftirmetast og lagast til tíðarhóskandi karmar.
Føroyar eru ruddiliga komnar á heimskortið, ferðafólkini fjølgast alsamt, og dreymurin um at menna eitt búskaparligt bein aftrat at standa á er um at ganga út.
Møguligt er at skapa meira virksemi og fleiri inntøkur. Avgerandi er kortini, at vøksturin er burðardyggur búskaparliga, lívfrøðiliga og sosialt.
Danmark er ein fluga á heimskortinum, men vit eiga Grønland, og tað er einasta orsøkin til at Trump vitjar, skrivar fyrrverðandi pressusjefurin í danska “Erhvervsministeriet”.
- brot úr røðu á tingi í sambandi við viðgerðina av ólavsøkurøðu løgmans
Í ár eru 100 ár liðin, síðan Hans Andrias skrivaði sína viðmerking, og hóast vit hava flutt okkum langt framá, eru vit framvegis ikki javnsett við aðrar tjóðir. Men vit eru nógv betri fyri búskaparliga, vinnuliga, sosialt og útbúgvingarliga, enn íslendingar vóru tá, og okkara undirstøðukervi er framkomnari enn tey flestu.
Mær dámdi væl fráboðanina um, at føroyingar skulu gerast partur av hjálpini, sum veitt verður úti í heimi. Vit kunnu fylgja gongdini neyvari á hendan á hátt, og vit kunnu menna okkara førleikar at virka í samstørvum í øðrum londum.